Talið av deyðum í Moskva hækkað til 93

Illgerðarmenn skutu í gjárkvøldið frá hond í konserthøll Crocus City Hall. 11 persónar eru handtiknir

 

Sjúkrabilar uttan fyri konserthøllina. - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix

Talið av deyðum er hækkað til 93 eftir álopið á eina konserthøll nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva, í gjárkvøldið.

Tað upplýsa russiskir myndugleikar sambært Reuters.

Áður ljóðaði, at 60 fólk vóru deyð í álopinum, og at 145 harumframt høvdu fingið skaða.

Fyribils kanningar benda á, at offrini vórðu driðin av skotum og roykeitran, upplýsir russiska kanningarnevndin.

Illgerðarmenninir fóru at skjóta í gjárkvøldið í konserthøllini Crocus City Hall í býnum Krasnogorsk, sum liggur beint uttan fyri Moskva.

Samstundis vóru harðar spreingingar í konserthøllini, og eldur kom í.

Mitt í nátt varð sagt, at eldurin varð næstan sløktur.

Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri álopið. Tað er tó ikki váttað av russisku myndugleikunum, at tann hernaðarliga rørslan stendur aftanfyri.

Fyribils eru 11 fólk handtikin. Av teimum skulu fýra persónar hava verið beinleiðis uppi í sjálvum álopinum.

/ritzau/

 

Sjúkrabilar uttan fyri konserthøllina. - Foto: Stringer/Ritzau Scanpix