Tann elsti gongur skrúðgongu fyri 36. ferð

Ein tann størsta hátíðarløtan á ólavsøku er, tá tingfólk, landstýrisfólk, prestar og ebætisfólk fara í skrúðgongu til gudstænastu í Havnar kirkju og løtan eftir gudstænastuna, tá tey ganga niðan aftur í Løgtingi, har tey uttan fyri Løgtingið lýða á sangin hjá ólavsøkukórinum

Av tí at talan er um aðru ólavsøku hjá stingandi løgingi og landsstýri, so hava øll tingfólk og øll landsstýrisfólk áður gingið skrúðgongu á ólavsøku. Tað er við lóg ásett, hvat skal ganga fyri seg í Løgtinginum ólav­søku­morgun.

 

Í stýrisskipanini er ásett, at Løg­tingið fer undir nýggja tingárið ólav­søkudag klokkan 13, tá ting­fund­ur verður settur, og tá løg­maður held­ur ólavsøkurøðu løgmans.

 

Í stýrisskipanarlógini er eisini ásett, at løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga í skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, Havnar kirkju, har gudstænasta verður hildin. Og eftir gudstænastuna verð­ur gingið aftur í Løgtingið.

 

Sambært stýrisskipanarlógini skal løgmaður í ólavsøkurøðuni greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landins til umrøðu. Tað verður gjørt á øðrum tingfundi í ting­ár­in­um, sum vanliga verður hildin beint efitr ólavsøku, tá skráin er hendan: »Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um FG-001/2024 : Frágreiðing løgmans á ólav­søku 2024«.

 

Í stýrisskipanarlógini verður sagt, at løgtingsforkvinnan ger av, hvørji embætisfólk eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.

 

Seinastu nógvu árini hevur skrúð­gongan verið skipað í trimum røðum. Fremst ganga løgtingsforkvinnan í miðjuni, høgrumegin hana gongur løgmaður og vinstru megin gongur biskupur.

 

Eftir løgtingsforkvinnuna ganga tey trý næstforfólkini og síðani ting­fólk í røð, sum er gjørd út frá hesum reglum:

 

1. Árið, tingfólk fyrst ferð varð valt.

 

2. Starvstíð hjá tingfólki

 

3. Aldur hjá tingfólki

 

 

 

Tann elsti tingmaðurin er Henrik Old. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1984 og gekk fyrstu skrúðgongu í 1985. Hann er eisinin tað tingólkið, sum hevur sitið longst í starvi – og er tann, ið lýkur øll tey trý krøvini í reglunum omanfyri.

 

Á løgtingsvalinum í 2004 varð Henrik Old ikki afturvaldur. Men hann kom kortini á ting fyri landsstýrisfólkini og sat á tingi til valið í 2008. Men á løgtingsvalinum í 2011 vendi hann aftur og stillaði uppaftur og er afturvaldur á øllum valunum síðani, í 2015, 2019 og 2022. So hetta er 40. ári hjá Henriki Old í politikki – burtursæð frá steðginum hann hevði frá 2008 til 2011.

 

Niðan aftur úr kirkjuni gongur løgmaður vinstrumegin og biskupur høgrumegin løgtingsforkvinnuna.

 

Í brævi til løgtingsfólk, har hon boðar til tings á ólavsøku, vísir løg­tings­for­kvinnan til álit um skrúð­gonguna, tá ið hon biður ting­fólk og onnur um at vera hampuliga ílatin.

 

Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna, sigur løgtingsforkvinnan.

 

Síðani seinastu ólavsøku hava ongar nevniverdar broytingar verið í saman­set­ing­ini á tingi. Men í seinastu ólavsøku vóru fleiri broytingar, tí 11 nýggj andlit vóru í nýggja tinginum, sum varð valt 8. desember í 2022.

 

Øll tingfólkini hjá Fólkaflokkinum høvdu roynt seg áður, tá tey gingu skrúð­gongu seinastu ólavsøku, men Árni Skaale gekk tá í 2022, sum lands­stýrismaður, men gekk fyrstu ferð seinastu sum tingmaður.

 

Hjá Sambandsflokkinum var tað bara Eyðdis Hartmann Niclasen, sum ikki hevði gingið skrúðgongu áðru, en gekk fyri fyrstu ferð í fjør, tí hon var nývald tingkvinna.

 

Hjá Javnaðarflokkinum vóru tað Uni Holm Johannesen, Margit Stóra, Súsanna Bertholdsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Djurhuus, sum gingu skrúðgongu fyri fyrstu ferð í fjør. Nývald tingfólk í vóru Uni Holm Johannesen og Margit Stórá, sum eisini er landsstýriskvinna. Hini trý sum hjá Javnaðarflokkinum, sum gingu fyri fyrstu ferð, eru føst varafólk fyri landsstýrisfólk.

 

Hjá Tjóðveldi vóru tað  Dennis Holm, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard sum gingu skrúðgongu fyri fyrstu ferð í fjør. Dennis Holm var nývaldur ting­maður og landsstýrismaður. Hini trý eru føst varafólk fyri landsstýrisfólk.

 

Hjá Framsókn gekk Karlot Hergeirs­son skrúðgongu fyri fyrstu ferð í fjør. Hann er fastur tingmaður fyri landsstýrisfólkini. Sólvit Nolsø gekk fyrstu ferð skrúðgongu sum ting­maður í fjør, seinast var hann lands­stýris­maður fyri Fólkaflokkin.

 

Fyrstur í røðini aftan fyri biskup er dómprósturin, og næstur hon­um er presturin, sum prædikar á ólav­søku. Í ár verður tað Marjun Lómaklett, prestur í Klaksvík, sum fer at prædika, og hon verður fremst í røðini aftan fyri Jógvan Fríðriksson og Una Næs.

 

Prestarnir ganga eisini í røðin eftir, hvussu leingi teir hava verið í embæti. Prestar, sum eru farnir úr embæti ganga eisini í skrúðgonguni, men teir ganga aftan fyri teir, sum eru í embæti.