TB nærkast uppflytingarplássi

1. DEILD: Merkisvert var tað, hvussu nógvir lokalir vóru við til at manna liðið, tá ið aldursforsetin við sigri í Klaksvík tók seg nærri heiðursmerkjaplássi

Eftir at tað í nógv ár hava verið nógvir útlendingar á TB liðnum, so sær tað út til, at lokali samleikin av álvara aftur er við Stórá. Í dag var TB í Klaksvík, og TB er á veg til hús aftur til 2-0 sigri.

 

Longu í triðja minutti legði Torkil Holm TB á odda 1-0. Hetta var fjórða málið í landskappingini í ár hjá 17 ára gamla Torkil Holm, sum er toppskjútti hjá TB. Hann hevur ongantíð áður skorað mál í næstbestu deildini.

 

Seinna málið skoraði Nikolei Johannesen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hetta var triðja málið hjá honum í landskappingini í ár. Hann skoraði eisini, tá ið TB vann seg víðari í kappingini um løgmanssteypið. Ta ferðina skoraði hann málið í vanligu leiktíðini, sum endaði 1-1. TB vann seg víðari í brotssparkskapping.

 

Gilli Rólantsson er liðformaður, og tað letur til, at tað eru teir lokalu, sum mynda liðið saman við leiðaranum við nógvu royndunum – eisini í altjóða fótbólti. Venjari Markus Thorberg var á miðvøllinum, danski Anders Tønnesen vardi málið, og so var Ndende Adama Guéye í verjuni. 41 ára gamli senegalesarin hevur verið í TB síðani í 2019, og hann hevur verið í Føroyum síðani í 2008.

 

Og so vóru tað teir lokalu, sum vóru við til at vinna 2-0 sigurin, ið ber við sær, at TB hevur 17 stig og er á fjórða plássi. Teir lokalu vóru umframt teir omanfyri nevndu Ragnar Joensen, Olivur Renéson Thomsen, Mikal Tummasarson, Einar Thorsteinsson og Aron Arnholdsson. Rógvi Joensen avloysti beinanvegin eftir steðgin Ndende, og Jóhan Renéson, Andreas Midjord, Mattias Dahl Djurhuus og Jannik Dalfoss vórðu eisini skiftir inn.

 

Hjá KÍ var talan um annað tapi á heimavølli ímóti TB. Í øðrum umfari vann TB 2-1 í Klaksvík. KÍ er á áttanda plássi við 14 stigum.

 

Fríggjakvøldið fær KÍ á norðoyastevnu vitjan av B71, og leygardagin fær TB vitjan av NSÍ.