Teitur hevur til hósdagin

Manslandsliðið: Teitur M. Gestsson situr yvir í dag

Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska manslandsliðið hevur í dag sína fyrstu venjing undan Nations League dystunum móti Norðurmakedónia og Lettlandi, sum verða ávikavist leygardagin á Tórsvølli og týsdagin í Lettlandi.

 

Venjingin bleiv eitt vet framskundað og tað úrslitaði í, at sprinklaraskipanin fór í gongd, meðan spælararnir runnu aftur og fram. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sigur við In.fo, at bara Teitur M. Gestsson situr yvir í dag. Málverjin hjá HB hevur eitt brákað ryvjabein.

 

- Eg havi givið Teiti til hósdagin. Um hann ikki er førur fyri at venja tá, so mugu vit úttaka ein nýggjan málverja, sigur Håkan Ericson.

 

Tað var bara atgongd til venjingina fyrstu 15 minuttirnar. Lagið tóktiskt gott, sjálvt um tað er eitt ávíst trýst á venjaratoyminum og spælarunum at avrikað. Fleiri spælarar skulu standa royndina, nú profilar sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson og Jóannes Bjartalíð ikki eru við.

 

Eitt av kjakpunktunum til venjingina var um landsliðið hesa ferð velur at spæla 4-5-1 ella 5-4-1. Semja er um, at vantandi møguleikar á miðvøllinum gera 5-4-1 til eitt gott boð. Dysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia verður leygardagin klokkan.

 

Mynd: Hans Erik Danielsen