Terassan skal haldast - Borg hevur amboðskassan

Borg hevur bæði amboðskassan til viðlíkahald av terassuni, og fyritøkan hevur eisini terassureins, algutýnaran og træoljuna til terassuna – alt til kappingarførar prísir

 

Tað er farið um summarmála, og tá tær góðu og ljósu løturnar eru, hitar sólin meira, enn hon hevur gjørt. 

Hugurin at fara út um at gera okkurt - eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum -  kemur sníkjandi við veðrinum.

Onkra løtu fer okkurt kanska á grilluna úti á terassuni, og er tað enn ov kalt at eta úti, kann maturin etast inni. 

Matur av grillini gagnast altíð væl.

 

Alt til viðlíkahald 

Men, fyrst av øllum skal terassan vera rein og nosslig, og hon skal viðlíkahaldast, sum alt annað timbur.

Tað er her, at Borg-samtakið bjóðar seg fram við einum serligum amboðskassa, sum er gjørdur til júst hetta endamál – til viðlíkahald av terassuni. 

Umframt kassan av merkinum Anza við amboðum til bæði til slíping og smyrjing, hevur fyritøkan eisini reinsievni til bæði træ, betong og flísagrót.

Fara vit fyrst til Anza-amboðskassan er eisini ein málarabakki við, sum rúmar stívliga trimum litrum, soleiðis at óneyðugt er at fylla bakkan alla tíðina. 

Amboðskassin kann brúkast til eitt nú oljumáling, glarmáling og ymiska træverju. 

Bakkin hevur eitt handtak, sum ger, at tað er lætt at taka hann við sær, tá hann skal flytast.

Soleiðis er alt, sum tú hevur fyri neyðini av amboðum til viðlíkahald av terassuni, í einum og sama amboðskassa.

 

Eisini reins og olja  

Borg hevur eisini reinsievni og træoljuna av dygdarmerkinum Gori til terassuna.

Sum reinsievni er Gori terassureins og algutýnarin sum ger, at møguligur vøkstur á terassuni doyr og kann vaskast burtur, áðrenn terassan verður smurd við træolju.

Terassureins og algutýnari gera, at terassan verður rein, og tá hon so eisini er smurd við olju, sum er til endamálið, verður hon aftur sum spildurnýggj.

Litleysa oljan kann blandast til teir litir, sum fólk ynskja sær. 

 

Góðir prísir hjá Borg

Fyritøkan Borg hevur góðar og kappingarførar prísir, bæði til amboðskassan, terassureins, algutýnaran og terassuoljuna.

Mælt verður til, at terassan verður viðlíkahildin, soleiðis at hon bæði heldur sær betur og er vøkur alt árið.

 

Tess betur tú viðlíkaheldur terassuna – jú, longri fer hon at halda.