Tey mistonktu í Moskva eru ikki funnin

Mistonktu illgerðarfólkini handan álopið í útjaðaranum í Moskva eru enn leys.

 

Alexander Khinshtein, sum er limur í russisku Statsdumuni, upplýsir á Telegram sambært The Guardian, at russiska tjóðarhirðin er við at kann øki kring Crocus City Hall, har álopið varð framt.

Islamskur Statur sigur seg standa aftan fyri álopið og skrivar á Telegram, at tey mistonktu »eru komin trygt aftur til støðir sínar«. Tað skrivar AFP.