Thisted bjargaði plássinum í triðbestu deildini

Heini Fossadalsá, Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted vóru fáar minuttir frá at flyta niður í fjórðbestu deildina

Í kvøld kunnu Heini Fossdalsá, Daniel Johansen og hinir í hópinum og rundanum hópin hjá Thisted feira, at teir hava bjargað plássinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Men tað gekk akkurát.

 

Tá 84 minuttir vóru leiktir av dystinum í Skive millum Skive og Thisted var Thisted í fjórðbestu deildini, og FA 2000 hevði bjargað plássinum í deildini. Tá var støðan 1-1 millum Skive og Thisted, og 2-1 til FA 2000 móti Brabrand. Bæði liðini vóru ta løtuna á 32 stigum, men FA 2000 hevur betur málmun. Men lukkutíð eydnaðist tað verjuleikaranum, Jeppe Dalgaard at skora til 2-1 til Thisted. Tað eydnaðist Thisted at halda støðuna, og so vóru teir í Thisted við 34 stigum bjargaðir. 

 

Tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum sá ordiliga svart út hjá Thisted. Tá legði Skive seg á odda 1-0. Seks minuttir seinni javnaði amerikanski verjuleikarin, Jean-Julien Foe Nuphaus til 1-1, og átta minuttir seinni tryggjaði Jeppe Dalgaard Thisted sigurin.

 

Heini og Daniel vóru við frá dystarbyrjan. 

 

FA 2000 endaði næstaftast við 32 stigum og Brabrand endaði aftast við 26 stigum, og tey bæði liðini flyta niður í fjórðbestu deildina.

 

Tað gekk leingi illa hjá Thisted, men í teimum seinastu átta dystunum hava teir vunnið fimm, leikt tveir javnar og hava bert tapt ein dyst. Tað gjørdist bjargingin hjá føroyingaliðnum.

 

John Frederiksen hevur havt nakað av spælitíð hjá Thisted í vár, men hevur verið uttanfyri tey seinnu umførini.