Tigandi Løkke er komin á kreppufund hja flokki sínum

Enn hevur Lars Løkke Rasmussen ikki viðmerkt søgur um vánaligar arbeiðsumstøður í flokkinum, sum hann stovnaði.

Lars Løkke Rasmussen er møttur til kreppufund hja Móderatunum. - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Floksstovnarin og politiski leiðarin hjá Moderatunum Lars Løkke Rasmussen kom á Christiansborg í morgun á floksfund. Tað fer fram eftir fjølmiðlasøgur um vánaligt arbeiðsumhvørvi í flokkinum við happing og sexismu.

Uttanríkisráðharrin hevur tagt síðani B.T. Fríggjakvøldið bar hesi tíðindini.

Fjølmiðlar hava greitt frá, at fleiri núverandi og fyrrverandi starvsfólk í flokkinum hava sent frágreiðing Arbeiðseftirlitið. Lyklastarvsfólk í flokkinum eru nevnd í frágreiðingini.

Løkke fór beint framvið pressuni, men segði "góðan morgun" áðrenn hann fór inn á fundin, sum byrjar klokkan 9 í Provianthus, har skrivstovan hjá Moderatunum heldur til á Christiansborg.

Millum nøvnini, sum eru nevnd í frágreiðingini, er nýsetta talgildingarráðfrúan Caroline Stage Olsen, sum frammanundan var politiskur stjóri í flokkinum og seinast serligur ráðgevi hjá Løkke.

Harumframt eru floksskrivarin Kirsten Munch Andersen og samskiftisstjórin Ulla Østergaard eisini nevnd í frágreiðingini sambært B.T.

Í dag hevur Kirsten Munch Andersen kallað inn til fundin, og Ulla Østergaard luttekur eisini. Hon kom á Christiansborg saman við Løkke.

Í frágreiðingini koma dømi um kynsligar viðmerkingar sum »jeg mangler bare at bolle dig og X (en anden person i partiet, red.)«, og »man kan ikke tage hende seriøst i den nederdel«.

Tað er ikki lýst, hvør hevur sagt hetta og við hvønn. Kæruna skrivaðu fimm núverandi starvsfólk og nøkur fyrrverandi starvsfólk.

Tey bæði fólkatingsumboðini Jeppe Søe og Karin Liltorp hava kravt, at ein kanning verður sett í verk fyri at koma til botns í málinum.

Jeppe Søe krevur »eina óhefta og gjølla kanning av Moderatunum sum arbeiðsplássi«. Tað skrivaði hann í skrivligari viðmerking til Ritzau sunnudagin.

 

/ritzau/

 

Lars Løkke Rasmussen er møttur til kreppufund hja Móderatunum. - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix