Tjaldrið átti besta flogið

Kappróður 5-mannafør kvinnur: Nýggjur vinnari var í síðstu kappingini í dag

Tað var óvanliga tætt og spennandi, tá ið punktum varð sett fyri kappróðurin á jóansøku. Firvaldur av Tvøroyri vann bæði í Klaksvík og í Kollafirði, men í dag var tað Tjaldrið av Glyvrum, sum var fyrst á mál.

 

Firvaldur var fremst stóran part av róðrinum, men Tjaldrið vildi ikki sleppa. Guli báturin var eina løtu tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Firvald, men tá ið tað varð farið undir endaspurtin, var tað spenningur, og fram ímóti málinum styttist og styttist munurin, inntil Tjaldrið á málinum var hálvan stavnin undar Firvaldi.

 

Teir báðir fremstu bátarnir vóru langt undan hinum. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði hevði eina løtu hug at hanga í, men hon dragnaði nógv og endaði á bronsuplássinum – tað beta av trimum bátslongdum aftanfyri teir báðar bátarnar, ið fóru mest sum stavn um stavn á mál.

 

##med2##