Tjaldursreiður steðgaði asfaltarbeiði í Noregi

- Tá vit sóu eggini, var tað fyrsta, eg hugsaði, at tjaldrið eigur at fáa frið at klekja og fáa ungar sínar út, sigur byggileiðari í Nordland Fylkiskommunu

 

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK.

Á heimasíðuni hjá NRK - norska kringvarpinum - er í dag stór grein, ið snýr seg um eitt tjaldursreiður, ið gjørdi, at eitt lutfalsliga stórt asfaltarbeiði, sum var í gongd, steðgaði.

 

Byggileiðarin tók avgerð um, at tjaldursparið mátti fáa frið, og tískil noyðist asfaltarbeiðið nú at bíða, til ungarnir í øllum góðum eru komnir út.

 

Tjaldurbøgan á myndini hevur vorpið trý egg á asfaltinum.

 

Vanliga reiðrast tjaldur í sandi ella grúsi, men í hesum førinum eru eggini vorpin mitt á asfaltið. Eggini eru ikki øll vorpin í ein dag, men helst yvir nakrar dagar.

 

Tí kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at tjaldrið liggur við fullum reiðri beint á asfaltinum við vegkantin.

 

Tá byggileiðarin sá tjaldursparið, gav hon boð um, at alt asfaltarbeiðið, sum júst var farið í gongd, skal steðga, tí fuglurin skal hava frið at reiðrast.

 

Tjaldrið kemur til Noregs um várið, og fuglurin verpur vanliga í seinnu hálvu av mai. 

 

- Tá vit sóu eggini, var tað fyrsta, eg hugsaði, at tjaldrið eigur at fáa frið at klekja og fáa ungar sínar út, sigur byggileiðarin, Inga-Loise Sætermo Veivåg.

 

Hon starvast í Nordland Fylkiskommunu, og hetta sigur hon við norska kringvarpið, sum ger burtur úr søguni og eigur viðheftu mynd.

 

Í greinini verður lagt aftrat, at tjaldursparið skiftist um at bøla eggunum, og tað tekur vanliga 27 dagar, til ungarnir koma út.

 

##med2##

 

Sum skilst á greinini á heimasíðuni hjá NRK, fer asfaltarbeiðið at bíða, til tjaldursungarnir eru komnir út.

 

Byggileiðarin sigur, at hon varð ongantíð í iva um at steðga asfaltarbeiðnum, tá tey løgdu til merkis, at tjaldursparið hevði valt sær asfaltið sum reiður.

 

- Hetta er neyðugt, og vit taka hetta í álvara. Vit eru greið yvir, at eru eggini fyrst vorpin her á asfaltinum, kunnu tey ikki flytast, sigur hon við heimasíðuna hjá NRK.

 

Aftur fyri at steðga avfaltarbeiðnum og taka atlit til tjaldusparið hevur byggileiðarin fingið blómur og konfekt frá Steve Saltermark, sum umboðar BirdLife um hesar leiðir.

 


 

 

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK.

Her standa bilarnir og bíða við asfaltinum. Mynd: NRK