Tríggir eru skiftir út

Aftur í kvøld er Adrian Justinussen millum teir fyrstu ellivu, nú Føroyar fyrireika seg at spæla á Brøndby stadion ímóti Danmark

Í kvøld klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð, spælir føroyska A-landsliðið við monnum annan altjóða skrásetta venjingardystin í hesum umfarinum, tá danir tekur ímóti á Brøndby Stadion.

 

Hópurin kom til Danmarkar seint seinnapartin leygardagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni. Sum heild eru allir í føroyska hópinum væl fyri, og klárir til eitt veruligt brak ímóti dønum.

 

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari hava framt tríggjar broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið byrja móti Danmark, samanborið við dystin móti Liktinstein seinasta fríggjadag.

 

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Hørður Askham, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Miðvøllin manna René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Olsen og Adrian Justinussen, og fremsti maður frá byrjan verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Á beinkinum og klárir at koma á vøllin eru Teitur Gestsson, Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Mads Boe Mikkelsen, Andrass Johansen, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson, Petur Knudsen og Pætur Petersen.

 

Venjingardysturin millum Danmark og Føroyar kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, umframt at Rás 2 eisini fer at hava beinleiðis útvarpsfrásøgn av Brøndby Stadion.

 

 

 

Danmark – Føroyar

 

Vinardystur

 

Á Brøndby stadion týsdagin 26. mars 2024 kl. 20.15

 

Dómarakvartett av Malta: Philip Farrugia, Duncan, Sultana, Jurgen Spiteri og Trustin Farrugia Cann (4. dómari)

 

Danmark:  Frederik Rønnow – Elias Jelert, Victor Nelsson, Jannik Vestergaard, Victor Kristiansen – Pierre-Emile Højbjerg, Morten Hjulmand, Mathias Jensen – Anders Dreyer, Kasper Dolberg, Mikkel Damsgaard

 

Føroyar: Mathias H. Lamhauge – Hanus Sørensen, Hørður H. Askham, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Adrian Justinussen, Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Magnus Egilsson, Andrass Johansen, Mads Bo Mikkelsen, Arnbørn Svensson, Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen