Tríggjar skuldsetingar fyri brot á skilhaldsreglur

- Nógv fólk var í býnum í nátt, men sum heild var tað rímiliga friðarligt, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at nógv fólk var í býnum í nátt, men sum heild var tað rímiliga friðarligt.

 

- Vit vóru nógv til steðar í náttarlívinum, og her høvdu vit trý mál fyri brot á skilhaldsreglurnar. 

 

Løgreglan sigur, at í tveimum førum vórðu fólk, sum vóru ring at fáast við í býnum, bara koyrd til hús.

 

- Í einum triðja føri tóku vit ein persón við inn á løgreglustøðina eina løtu, men hann varð skjótt leyslatin aftur.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at í tveimum førum vórðu bøtur á 1500 krónur givnar fyri brot á skilhaldsreglur.

 

- Í tí triðja førinum var talan eisini um harðligan atburð, og her verður bótin 3000 krónur, sigur løgreglan.