TV3 Sport vísir dystin: Rhein Neckar Løwen-THW Kiel

Í kvøld klokkan 19.30 spælir liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu fyrsta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel byrja á útivølli í bestu týsku hondbóltsdeildini - bundesliguni - hetta kappingarárið.

 

Í kvøld klokkan 19.30 spælir THW Kiel dyst á útivølli móti Rhein-Neckar Løwen í SAP Arena í Mannheim.

 

THW Kiel er hampuliga stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

 

Høvið verður at fylgja dystinum, tí TV3 sport, ið er ein av rásunum hjá Televarpinum vísir dystin.

 

Í kvøld klokkan 18 spælir liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf dyst á heimavølli móti Gummersbach.

 

Vónandi gongst bæði Vilhelmi og Eliasi væl í fyrsta dystinum í bundesliguni hetta kappingarárið.