Tvær ferðir hesa vikuna hava grindaboð verið í Vági

- Hetta er helst sama grind, og hetta er ein lítil grind, sum tað ikki loysir seg at fara eftir, sigur løgreglan.

Hesa vikuna hevur tvær ferðir verið boðað frá grind á Vágsfirði, men líkt er til, at talan hevur verið um somu grind í báðum førum.

 

- Týsdagin varð boðað frá grind, sum varð sædd av landi, og aftur í gjár vóru grindaboð í Vági, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Sum skilst, er hetta ein lítil grind, sum hevur ferðast um hesar leiðir í nakrar dagar.

 

- Aftur í gjár varð í samráð við sýslumannin tikin avgerð um at lata grindina fara, tí hildið verður ikki, at tað er vert at fara eftir henni, sigur løgreglan.