Tvey ára gamal málar fyri nógvar túsund krónur

Sambært mammuni fingu tey eitt boð á 270.000 evrur - ella stívliga tvær milliónir krónur - fyri fyrsta málningin hjá tvey ára gamla soninum.

Tvey ára gamli, Laurent Schwarz úr Bayern í Týsklandi, stendur framman fyri løriftinum og málar, og longu nú hevur hann selt 32 málningar, og tað er ikki hissini prísur, hann fær fyri sínar málningar.

 

- Allar møður eru stoltar av tí, sum børnini gera, men eg sá, at hetta var nakað serstakt, sigur mamman, Lisa Schwarz, við Reuters.

 

The Times of London, sum norska kringvarpið - NRK - endurgevur, veit at siga, at nakrir av málningunum hjá Laurent hava eitt virði á altjóða marknaðinum á 15.000 evrur ella stívliga 110.000 krónur.

 

Sambært mammuni fingu tey eitt boð á 270.000 evrur - ella stívliga tvær milliónir krónur - fyri fyrsta málningin hjá tvey ára gamla soninum.

 

Talan var um málningin við navninum "The Fingers", sum var 80 x 100 sentimetrar stórur og sum sæst her á myndini niðanfyri. 

 

##med2##

 

Tey valdu tó ikki at selja málningin, tí hann hevur eitt ov stórt sentimentalt virði fyri tey, sum mamman tekur til.

 

- Hetta er hansara fyrsti málningur. Vit vilja hava hann hangandi á vegginum, og Laurent er ógvuliga stoltur av honum. Hetta snýr seg ikki um at tjena pengar, sigur mamman við The Times of London.

 

Lisa Schwarz sigur, at eftir at sonur hennara fór at mála, hevur hon stovnað honum eina instagram-konto - fyrst og fremst fyri sína egnu skyld, tí hon helt tað vera so fitt at síggja lítla sonin framman fyri løriftinum.

 

##med3##

 

Sjálv er mamman ógvuliga hugtikin av litunum, sum sonurin brúkar, tá hann málar, og hon heldur hetta vera rættiliga serstakt.

 

NRK, sum skrivar um hin tvey ára gamla, veit at siga, at hann í løtuni hevur 56.000 fylgjarar á sínari Instagram-konto, og í september letur hann upp sína fyrstu málningaframsýning.

 

Lesið meira um Laurent Schwarz á hesi leinkju - https://www.nrk.no/trondelag/to-ar-gamle-laurent-schwarz-fra-bayern-malar-kunst-verd-titusenvis-av-kroner-1.17002264

 

##med4##

 

 

 

 

 

NRK hevur spurt lesarar, um tey halda, at málningarnir hjá Laurent eru kunstur ella ei