– Tvørkynd hava uppiborið at vera vird av samfelagnum

– Vit halda ikki, at tað er í lagi, at fólk føla seg noydd at flyta úr heimlandinum, tí landið ikki virðir tey, sigur Esther Margreth Petersen, samskipari í LGBT+ Føroyum, nú landsstýrið ongar ætlanir hevur um at fáa løgfrøðiligt kynsskift á breddan

Til Faroe Pride skrúðgonguna í ár varpaði LGBT+ Føroyar ljós á løgfrøðiligt kynsskifti við vón um, at tað verður tikið upp politiskt.

 

 

 

Við løgfrøðiligum kynsskifti kunnu tvørkynd fáa nýtt p-tal, sum samsvarar við teirra kynsliga samleika, og harvið eisini broyta navn.

 

 

 

Men tað verður neyvan nakað, landsstýrið fer at taka upp.

 

 

 

Tað segði landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, við Sosialin í síðstu viku, tá vit spurdu hann um hetta. 

 

 

 

Og tað harmar LGBT+ Føroyar.

 

 

 

– Vit halda tað sjálvandi vera harmiligt, at tað ikki er politiskur vilji at arbeiða við løgrføðiligum kynsskifti, men tað eru vit ikki kløkk av, sigur Esther Margreth Petersen, samskipari í LGBT+ Føroyum. 

 

 

 

– Vit vita, at hetta er eitt mál, sum politiska skipanin ikki vil arbeiða við, men tí meta vit tað eisini vera týdningarmikið hjá okkum at halda fram at varpa ljós á hetta. Tí tvørkynd liva í Føroyum, og tey hava uppiborið at vera vird av samfelagnum og politisku skipanini, sigur hon.

 

 

 

Landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen heldur tó ikki, at málið er búgvið og ivast í, um tað er undirtøka fyri løgfrøðiligum kynsskifti, bæði í løgtinginum og í samfelagnum sum heild.

 

 

 

LGBT+ Føroyar halda hinvegin, at politiska skipanin má viðurkenna, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tvørkynd, at teirra navn og p-tal samsvara við teirra samleika.

 

 

 

– Fyri tey, sum eru tvørkynd, hevur tað alt at siga at kunna búgva í einum landi, sum virðir ein. Um vit fara bara eini 20 ár aftur í tíð, so vóru Føroyar ikki eitt land, har samkynd kundu búgva, og tað hevði við sær, at ein stórur partur av samkyndum fluttu úr Føroyum. Nú kann man búgva í Føroyum sum samkynd/ur, men Føroyar er enn ikki eitt land, har tvørkynd kunnu búgva, og vit halda ikki, at tað er í lagi, at fólk føla seg noydd at flyta úr heimlandinum, tí landið ikki virðir tey, sigur Esther Margreth Petersen.

 

 

 

– Landsstýrismaðurin simplifiserar støðuna

 

Við Sosialin segði Bjarni Kárason Petersen, at “landið skrásetir ikki borgaran til stuttleikar”. 

 

 

 

– Vit skráseta, tí at tað hevur eitt funktionelt endamál. Fyri heilsuverkið og fyri barsilskipanina, til dømis, er tað viðkomandi at vita, hvat títt kyn er. Tín samleiki er hinvegin fyri so vítt ikki viðkomandi fyri almenn ar myndugleikar, segði landsstýrismaðurin.

 

 

 

Hesum eru tey í LGBT+ Føroyum ikki samd í.

 

 

 

– Hetta er at simplifisera støðuna, tí hóast løgfrøðiligt kynsskifti hevur mest at siga fyri tvørkynd, so eru tað óteljandi dømi um støður, har fólk, sum arbeiða í bankum, á flogvøllinum, á sjúkrahúsum og aðra staðni koma í keðiligar støður orsakað av, at vit ikki loyva løgfrøðiligum kynsskifti, sigur Esther Margreth Petersen og kemur við einum dømi:

 

 

 

– Tað kann til dømis vera, at ein tvørkyndur maður fer í bankan, og tá hann upplýsir sítt p-tal, samsvara navn og p-tal ikki við persónin. Arbeiðarin í bankanum sær ein mann, men í skipanini er eitt konufólkanavn og eitt p-tal við líkatalið. 

 

 

 

Í LGBT+ Føroyum halda tey ikki, at málið er so trupult at avgreiða.

 

 

 

– Tey flestu av okkara grannalondum hava løgfrøðiligt kynsskifti, og tað riggar væl, eisini í heilsuverkinum, so tað er ikki ein forðing fyri at loyva løgfrøðiligum kynsskifti. 

 

 

 

(Grein úr Sosialinum)