Týskland flongdi Skotland

EM24: Týskland vann heili 5-1 á Skotlandi í setanardystinum

Mynd: (Scanpix) Florian Wirtz

Týskland flongdi í kvøld Skotland 5-1 í setanardystinum til EM-endaspælið. Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið og tað endaði enntá við, at týskarar skoraðu øll seks málini. Føroyar hava fýrar ferðir spælt móti Týsklandi, men vit hava ongantíð tapt so nógv móti teimum.

 

Sjálv setanin stóð ikki í mát við Andrea Bocelli og setanina til EM20 í 2021. Tað gjørdi týska landsliðið, sum longu aftaná tíggju minuttir kom á odda. Málskjútti var ein komandi heimsstjørna – meta fleiri – nevniliga Florian Wirtz.

 

Ein annar, sum verður ein heimsstjørna er Jamal Musiala. Hann økti til 2-0 bara tíggju minuttir seinni. Gekk tað illa í fyrru hálvu av fyrra hálvleiki, so gekk heilt galið beint fyri steðgin, tá Ryan Porteous gjørdi brotsspark og fekk reytt kort fyri eina fultkomiliga øra takling í brotsteinum. Kai Havertz umsetti til 3-0.

 

Í seinna hálvleiki skifti Týskland nógv út og legði ikki líka nógv fyri. Innskiftu Niclas Füllkrug og Emre Can skoraðu hvør sítt mál. Har í millum stútaði Antonio Rüdiger bóltin í egið mál. Týskland stutt og greitt flogdi Skotlandi.

 

Týskland – Skotland 5-1 (3-0)

 

1-0 Florian Wirtz, 10

 

2-0 Jamal Musiala, 19

 

3-0 Kai Havertz, 45+1 br

 

4-0 Niclas Füllkrug, 68

 

4-1 Antonio Rüdiger, 87 sjálvm

 

5-1 Emre Can, 90+3

 

Bólkur A:

 

1. Týskland 3

 

2. Sveis 0

 

3. Ungarn 0

 

4. Skotland 0

 

Mynd: (Scanpix) Florian Wirtz

Mynd: (Scanpix) Hendan taklingin kostaði reytt kort