U16: Fyrst Skotland, síðani Indonesia ella Sveis

U16-landsliðið, sum skal til Spania, er úttikið

Seinni í mánaðinum fara U16 dreingirnir til Pinatar í Spania, har millum annað tveir venjingardystir eru á skránni - Mynd: www.FSF.fo

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal til Spania at spæla tveir venjingardystir, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Í døgunum 16. til 22. september fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni. Fríggjadagin 18. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Skotland, og mánadagin 21. september skulu okkara dreingir møta vinnarinum av dystinum millum Indonesia og Sveis.

 

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U16-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir.

 

Hópurin:

 

Sámal Nolsøe, 07 Vestur

 

Dávid Jørginsson, Víkingur

 

Djóni Øre, Víkingur

 

Nóa Klein Joensen, Víkingur

 

Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur

 

Hákun Rask Olsen, HB

 

Daniel Thomsen, B36

 

Markus Danielsen, B36

 

Dennis Anghel, B36

 

Samuel Ierulli, B36

 

Axel Holm Simonsen, B36

 

Bárður Terjason, B36

 

Dánjal Muller, KÍ

 

Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy

 

Tummas Joensen, FC Suðuroy

 

Tóti Fagradal, B71

 

Tobias Bergkvist, B68

 

Jóel Tróndargjógv, NSÍ

 

Dystaskráin:

 

18. sept. Føroyar – Skotland (kl. 14:00)

 

21. sept. Føroyar – Indonesia ella Sveis (kl. 14:00 ella 17:00)

 

Seinni í mánaðinum fara U16 dreingirnir til Pinatar í Spania, har millum annað tveir venjingardystir eru á skránni - Mynd: www.FSF.fo