U20: Hesir skulu til EM-endaspælið

Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið 16 spælarnar til U20 EM-endaspælið í Slovenia

Mynd: (Kolektiff/HSF)

Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið 16 spælarnar til U20 EM-endaspælið í Slovenia. Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis. Spania er hægst styrkismett í bólkinum, og eru teir verandi europa- og heimsmeistarar í hesum árganginum.

 

Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í seinastu HM- og EM-kappingini. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania í 2022. Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar vunnu 29-26 á Fraklandi í 2022 í U18 EM-endaspælinum. Føroyar hava ikki møtt Sveis áður.

 

Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard. Kappingin verður hildin í Celje í Slovenia í tíðarskeiðmum 10. – 21. juli.

 

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Mikudagin 10. juli Føroyar – Sveis

 

Hósdagin 11. juli Frakland – Føroyar

 

Leygardagin 13. juli Spania – Føroyar.

 

Málverjar:

 

Torstein Sivertsen, H71

 

Aleksandar Lacok, Neistin

 

Vinstri vengur:

 

Jákup Egholm, Ikast FS

 

Rói Seyer Hjaltason, H71

 

Høgri vengur:

 

Niklas Gaard, Neistin

 

Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

 

Strikur:

 

Rói Thomsen, H71

 

Ísak Vedelsbøl, H71

 

Bakspælarar:

 

Óli Mittún, IK Sävehof

 

Helgi Poulsen, H71

 

Høgni Heinason, H71

 

Høgni Højsted, H71

 

Rókur Ziskason, H71

 

Búi D. Poulsen, Grindsted GIF

 

Trúgvi Hávardsson, StÍF

 

Tróndur Johnsson, VÍF

 

Mynd: (Kolektiff/HSF)