U21: Skulu spæla fyri tí stóra úrslitinum

U21-landsliðið: Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari, undan dystinum móti Kroatia

Tað er aftur ein av teimum stóru uppgávunum, ið bíðar føroyska U21-landsliðnum, tá Kroatia tekur ímóti á Sport Center Rudes leikvøllinum í Zagreb hósdagin klokkan 16:00, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tá kroatar vóru á vitjan í Klaksvík tann 12. september í fjør, gjørdist úrslitið 4-2 til Kroatia. Kroatar komu á odda 3-0, áðrenn Gutti Dahl-Olsen við tveimum málum seint í dystinum minkaði til 3-2, og veruligur spenningur kom í dystin aftur. Men í síðstu minutti fingu kroatar eitt mál afturat, og avgjørdu dystin.

 

– Hetta verður ein krevjandi og spennandi uppgáva. Kroatia er gott lið, við nógvum dugnaligum spælarum, ið spæla á høgum stigi kring Evropa. Skulu vit standa okkum væl í hesum dysti, mugu vit fyrst og fremst vera væl skipaðir og stríðast, og síðani skulu vit eisini hava dirvi at spæla bólt og leypa á. Vit trúgva upp á møguleikan og spæla fyri tí stóra úrslitinum, sigur venjarin, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

 

Undan dystinum er Portugal fremst í bólkinum við 18 stigum fyri 7 dystir. Nummar 2 er Grikkaland við 14 stigum fyri átta dystir, meðan Kroatia er á 3. plássi við 13 stigum fyri seks dystir. Føroyar hava 7 stig, og síðani koma Hvítarussland og Andorra við 6 og trimum stigum.

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Kroatia og Føroya verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Avspark er klokkan 16:00.