Um "Nólsoy" - Petrea: Mamma hoyrdi beiggja rópa eftir henni, tá ið hann gekk burtur

Í samband við sjóvanlukkur, sum tær við Neptun og Nólsoy, eru ofta nógvar søgur at hoyra um, at fólk hava sæð, droymt ella havt okkurt annað ánilsi um tað, sum hendi. Tað er tí nógv sum bendir á, at tað er meira millum himmal og jørð, enn vit skilja

3. partur

 

Brostnar vónir

 

Eftir at hava bíðað og bíðað eftir saknaðu skipunum verður ein dag staðfest, at nú er eingin vón. Hetta ger sýslumaðurin í Vestmanna Gunnar Dahl Olsen greitt í eini fráboðan, sum hann sjálvur dagfestir á jóansøku 1934, og sum verður prentað í Dimmalætting 4. juli. Tað vísir eisini tíðina tá, at tað gingu tveir mánaðir frá tí, skipini fórust og inntil tað kundi staðfestast, at menninir vóru farnir.

Gunnar skrivar:

 

Tað er longsti dagur í dag, Havið liggur stilt og spegilsblankt, himmalreint. Tað tykist so ófatiligt, at hetta sama hav, sum er so reint og klárt, kann fjala gátur, sum lívið aldri vil kunna loysa.

Hvar er elskaði maður mín, faðir mín, sonur mín? So spyrja nú mong á Føroyalandi.

Havið er stilt og tigandi. Stormarnir eru tagnaðir. Vindarnir tiga. Hav og vindar dylja tann sorgarleikin, tann deyðadansin við Íslands strendur, har 43 Føroyalandssynir vórðu drignir at havsins botni.

Eingin tók teirra seinasta farvæl. Eingin rætti teimum hond á deyðastund. Eingin móðurhond streyk soninum yvir ennið. Eingin kysti tær blánandi varrar. Stormur og havódn køvdu neyðarróp teirra. Havið hevur fevnt teir. Havið, sum fjalir øll spor og tigur.

---

Neptun og Nólsoy eru burturgingin. Tey koma ikki aftur. Leingi hevur verið bíðað. Svára tíð! Og nú eru allar vónir brostnar – og sorgin liggur nívandi yvir heim, yvir bygdir og alt Føroyaland.

Hesir vóru menninir, ið við ídni fóru til starv sítt og ikki komu heim aftur.

 

Síðan skrivar hann øll 43 nøvnini.

 

Føroyaland syrgir, syrgir sjólætnar synir sínar.

 

Meira millum himmal og jørð

 

Í samband við skrivingina hjá FF-blaðnum í 2004 um Neptun og Nólsoy fekk blaðið ymisk onnur íkøst. Tað mest kensluborna varð frá teirri tá 91 ára gomlu Petreu Olsen av Toftum. Hon var ættað úr Hósvík, og hevði nógv samband við ta manning, sum var við "Nólsoy." Skiparin Hans David Hansen og beiggjar hansara Vilhelm og Magnus Pauli vóru pápabeiggjar hennara. Beiggi hennara Edvard var eisini við. Umframt var Magnus Poulsen, systkinabarn úr Kollafirði, og Johannes Olsen, sum var giftur við eini fastur.

Petrea var eini 20 ár, tá ið hetta hendi, so hon mintist væl umstøðurnar, sum tá vóru. Men Petrea hevði eisini serlig evni at “síggja”, og hon kundi greiða frá ymiskum tilburðum í so máta.

 

Petrea greiddi frá:

Hans David var í Lysekil í Svøríki við Nólsoy og fekk motor settan í skipið í 1931. Hann giftist í 1932.

 

Eg minnist, at árið fyri sum "Nólsoy" forlisti, høvdu teir ein samanstoyt við "Phi Phi" úr Klaksvík. Tá minnist eg, at Vilhelm pápabeiggi segði, at hann roknaði við, at hetta varð teirra síðsta løta, men so var ikki. Hann fekk eitt ár afturat!

"Nólsoy" kom ikki norður til Hósvíkar millum túrarnar á sumri. Skipið hoyrdi heima í Havn. Sambandið millum Havn og Hósvík var annars gott við mjólkabátunum.

Tað vóru bert teir giftu menninir, sum plagdu av koma norð. Teir høvdu okkurt at gera. Tað skuldi veltast og skerast torv. Teir ógiftu vóru verandi umborð, har nóg mikið var at gera við at landa og at rigga skipið til nýggjan túr.

Manningin fóru suður til Havnar feigdarárið 1934 tann 10. mars at rigga skipið til. Edvard beiggi, sum var 18 ára gamal, kom tískil ongantíð norður aftur.

Tann fyrsta yvirnáttúrliga ábendingin var, at áðrenn farið varð um várið at rigga til vóru Edvard og Pól, granni okkara, inni í húsunum hjá Bodil, systir míni, og manninum Herman. Húsini stóðu í gerð, og tá síggja teir báðir eitt hvítt fara niður gjøgnum lemmin. Eingin annar sá hetta.

 

Stakk seg sjálvan og bjargaði lívinum

 

Eitt dømi um, hvussu tilvildin kann broyta lagnuna hjá persóni er ein ungur drongur úr Sandavági, sum hevði verið við fyrra túrin. Hann sat og spældi við ein knív, og tað vildi so illa til, at hann fekk knívin í búkin og mátti á hospitalið. Hann slapp tískil ikki við, tá farast skuldi avstað aftur. Fyri hann fór Sámal Jákup Jacobsen úr Hósvík. Hann átti 11 børn, og tað 12. var á veg. Bert í hesum húsinum gjørdust 12 børn faðirleys.

 

Fekk greiða ábending í dreymi

 

Meðan "Nólsoy" var burtur fyrra túrin droymdi eg, at eg vaskaði klæðir, og tað vóru skjúrturnar hjá manningini á Nólsoy. Fram við mínum barnaheimi rennur ein stór á, og her var vanligt at skola klæðini, sum vórðu vaskað. Í dreyminum vórðu skjúrturnar eisini skolaðar í somu á. Eg legði í dreyminum skjúrturnar á ein stóran stein, so fór eg niðan. Táið eg var komin niðan frá, fór at regna, og tað var rættiligt áarføri. Tað tornar aftur og eg fari oman aftur, men har vóru ongar skjúrtur. Eg fór at leita, men eg fann bara skjúrtuna hjá kokkinum, tað var ein khaki skjúrta. Og tað vísti seg eisini, at kokkurin, sum var tann fyrr umrøddi Bernhard Hendriksen, var tann einasti, ið varð funnin, og sum slapp í kristna jørð á Eyrabakka í Íslandi,

 

Mamman hoyrdi sonin rópa

 

Eingin visti hvat var hent skipinum, men ein dóttir eitt systkinabarn hjá Hans David, skiparanum, droymdi, at hann kom til hennara og segði við hana: "Vit reka til Grønlands. Tað eru bara nakrir fáir mans eftir, og lúnningin er øll farin".

Náttina til 3. mei vaknaði mamma mín við, at tað varð rópt "mamma" á hana. Hon svaraði: "Ja, góði, mamma er her!" Tað verður rópt aðru ferð, og hon svarar tað sama. Men tá rópt verður triðju ferð fer hon upp. Hon sær at sonurin Bjarni (Hansen, búsitandi í Runavík) liggur og svevur, so tað er ikki hann, sum hevur rópt. Tá veit hon, at tað má vera Edvard, sum hon hevur hoyrt. Og nevndi dagur samsvarar júst við illveðrið, táið hildið verður, at "Nólsoy" er farin.

 

Frætti tíðindini á basari

 

Eg tænti tá á Nesi. Og mátin eg frætti, at "Nólsoy" var saknað, lýsir væl munin millum samskiftismøguleikarnar tá og nú. Eg var til ein basar í Rituvík. Tá kemur ein maður til mín og sigur: "Tað er syndarligt við Nólsoy," og hann sigur, at tey eru bangin um hana. Eg fekk sum vátan vøtt. Men tað varð hóast tað vónað og vónað. Men endaliga staðfestingina um lagnuna hjá manningini fingu tey tó, tá líkið av Bernhard varð funnið 27.mai, og hann varð kendur av ringinum, sum tað eisini hevur verið greitt frá.

 

7 einkjur og 38 faðirleys børn

 

At eitt skip fórst við allari manningini var ein stór vanlukka fyri tær raktu bygdirnar, sum í hesum førinum serliga Hósvík. Nógvir av teimum sum fórust, vóru nærmasta ætt, sum víst er á. Eftir manningini á "Nólsoy" sótu 7 einkjur og ikki færri enn 38 faðirleys børn.

Tað vóru jú nógv dømi um tað sama við aðrar skipsvanlukkur. Men eitt serligt dømi um, hvussu hart lagnan kundi raka, var omma mín Elin, sum var ættað úr Vík. Maðurin hennara Magnus var deyður undan 1934, so hon var einkja tá. Ein son Hans Petur hevði hon mist í 1910, tá hann slerdi út av fiskiskipi undir Íslandi. Við "Nólsoy" misti hon afturat hesum tríggjar synir, ein verson og tveir ommusynir. Hetta hevur verið ófatiliga hart, men hóast tað minnist eg hana sum eina vanliga fitta ommu, sum dugdi at liva við síni lagnu.

Tá var so vanlukkutryggingin komin, og bøtti hetta um fíggjarliga smeitin. Sonur reiðaran Ebbu Müller, Eiden, skrivar í sínum Minnislýsingum, hvussu hart hendingin eisini rakti mammuna vegna allar teir djørvu og røsku fiskimenn, sum vóru við. Ebba var eitt serstakt menniskja. Hon gjørdi eisini sítt til at linna um. Hetta gjørdi hon við at senda fisk norður til Hósvíkar at turka. Hetta gav so lønandi arbeiði til fólkið har norðuri. Hon sendi eisini á jólum pakkar norður til tey húsini, sum høvdu mist.

 

Misti aftur við "Morning Star"

 

Í 1941 fórst "Morning Star". Eg var forlovað við einum av manningini, Ragnar Hansen, sum var av Nesi. Teir fóru av Toftum tann 8.september til Íslands at keypa fisk, og tá droymdi eg eisini.

Eg droymdi, at Ragnar kom inn í sovikamarið og sigur: "Eg komi bara at siga tær farvæl". Eg sigi, at eg komi upp, men hann svarar: "Tað er ikki tíð til tað." So heilsar hann mær: "Mamma tín stendur niðri við garð og bíðar eftir mær." So fór hann. Eg fór upp í vindeyga. Tá sá eg tey bæði fara oman eftir vegnum. Mamma var deyð tvey ár frammanundan, men tað tonkti eg ikki uppá fyrr enn seinni.

Eingin visti, hvussu "Morning Star" var farin, men hildið verður, at tað er av minu. Men tá kom eg aftur at upplivað at skula bíða og bíða, inntil tað mátti staðfestast, at her var eingin vón, og eg hevði mist drongin, 27 ára gamlan.

Hetta var annars heldur ikki seinastu ferð, at eg mátti bíða eftir feigdarboðum. Vit vóru 8 systkin, og beiggi mín Kim fórst við "Stella Argus" í 1957. Tá vóru vit aftur í somu støðu at bíða og vóna, inntil eingin vón var eftir. Greitt varð frá hesum í Miðvikuni í samband við, at 50 ár vóru liðan síðan vanlukkuna.

Annars vóru eg og Ragnar komin so langt, at vit skuldu fara at byggja fyri síðan at giftast.

10 ár seinni, í 1951, giftist eg við Hans Reinhard Olsen av Toftum. Hann er deyður fyri nøkrum árum síðani. Vit fingu tvey børn Jens Jacob og Ranvá, og eigi eg fimm ommubørn.

 

Hugtakandi at kenna Petreu

 

Tað var hugtakandi at koma at kenna Petreu, hóast vit ikki komu at hittast. Vit tosaðu saman fleiri ferðir í telefon, og so sendi hon brøv.

 

 

Hon hevði eina vakra hondskrift, og hon skrivavaði heilt rætt føroyskt. Tað lærdi hon í skúlanum í Hósvík, har hon hevði tveir framúr góðar lærarar, Hjalmar Waag og Hans Jacob Joensen.

Eg eigi enn seinasta brævið frá henni og fari at endurgeva tað:

 

Toftir, tann 13. 9. 05

 

Góði Óli

Túsund takk fyri, at tú tók hesi upplivilsini við í blaðið. Tað hevði nokk verið ov seint, um eg skuldi drigið tað longur út, og tað er eisini ein lætti fyri meg. Nú kann eg tosa um hetta uttan at verða ov nógv rørd.

Men eitt gott hevur Harrin gjørt fyri meg. Hann hevur givið mær eitt lætt sinni.

Enn einaferð takk fyri. Nógvar góðar heilsur til tín og manningina á FF-blaðnum, og góðan byrð framyvir.

Petra Olsen

650 Toftir

 

Hetta er ein hugnaligt minni at hava um, at FF-blaðið hevði týdning fyri mong, og hetta fái eg framvegis váttað av fólki.

Petrea var annars í 2005 við í eini 1. novembersending hjá Svenning av Lofti í samband við minningardag teirra sjólátnu.

Ætlanin var altíð at fara ar práta við hana. Men tað dróg út, og so gjørdist tað ov seint. Hon doyði í 2007. Hon fekk rætt í tí, at varð slíkt drigið út, kundi tað gerast ov seint!

 

“Sá” skipini stoyta saman

 

Ólavur Clementsen av Sandi hevur eina frásøgn í bók síni “Søgur og skemt av Sandi” frá Hans Andreas Joensen í Kvívík, nevndur Hans Andrias á Skælingi. Hann fortaldi frá, at hann hendan morgunin var farin eftir torvi. Meðan hann er hyggjandi yvir á Vágoynna, sýnist honum, sum Vágoygin lættir sær á, og sær hann tá tvey skip koma siglandi móti hvørjum øðrum og renna saman. Síðan hvarv henda myndin, men hann kendi skipini og skilti, at hann mátti hava sæð yvir seg.

Fortalt varð eisini, at Anna genta kokkin á Nólsoynni, droymdi hesa náttina, at hann kom til hennara og segði frá vanlukkuni.

Mykinesmaður, ið var við øðrum skipi á Suðurlandinum, var hesa náttina í ørviti á frívakt. Hann var lopin úr koyggjuni og upp á dekkið í berum undirklæðum. Onnur frásøgn er, at stovuklokkan í einum húsi í Mykinesi var eisini steðgað somu nátt.

Allir hesir tilburðir vóru av mongum hildnir at vera feigdarboð um hesa vanlukku.

 

 

…………………………….

 

Jákup Egholm Hansen: Abbin fórst við Neptun

 

Vit hava frá Jákup Egholm Hansen fingið eina frásøgn um, hvussu hansara ætt upplivdi hesa vanlukku fyri 75 árum síðani. Vit hava eisini hitt mammu hansara Jastrid, sum hevur givið sítt íkast.

Frásøgnin er henda:

 

 

Orsøkin til, at eg kenni hesa søgu og havi áhuga fyri henni er, at abbi mín var ein av teimum sum fórst við “Neptun”. Eg eri sjálvur uppkallaður eftir abba mínum, Jákup Egholm, úr Hoygarðinum í Leynum, sum var kokkur við.

 

 

 

Kokkurin á “Neptun”

Um abba mín, Jákup Egholm, kann eg siga, at hann var 34 ár, táið hann gekk burtur við “Neptun” Hann var føddur í 1900. Hann giftist í 1922 við ommu míni, Gudrun Egholm (fødd Olsen), Inni á Fjørð í Vestmanna. Hon fór ung til Mikladals at tæna. Fór seinni til Klaksvíkar og arbeiddi eisini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hon tænti eisini á Tvøroyri. Hon hevur havt eitt lív sum vanligt hjá gentum tá í tíðini. Hon mundi tæna hjá Christian í Leynum, tá ið tey bæði Jákup hittust.

Tey búsettust í Leynum. Omma var 6 ár eldri enn abbi. Hon var sostatt 40 ár, táið hon gjørdist einkja.

 

Tey fingu fyrsta barnið, dótturin Sigmunda, í 1922, og fingu síðani barn annaðhvørt ár hareftir. Í 1924 føddist enn ein dóttir – Alis – sum doyði av menigitis sum barn. Í 1926 fingu tey fyrsta sonin, Jens Jákup Egholm, í 1928 sonin Eivind Egholm, í 1930 sonin Sverri Egholm og í 1932 tvíburðarnar Asbjørn og Raidar. Omma mín, Gudrun Egholm, sat sostatt eftir við 6 børnum frá 2 til 12 ára aldur, tá abbi gekk burtur. Harumframt gekk Gudrun við barni undir beltið, og var tað mamma mín, Jastrid Hansen. Hon varð føddi í juli 1934, umleið 2 mánaðir eftir at “Neptun” hvarv. Helst er hon tann yngsta, sum sat eftir vanlukkuna við “Neptun”. Umframt Jastrid er bert eitt annað av systkjunum, Asbjørn, á lívi í dag.

 

Trupul kor hjá einkjunum

 

Vanlukkan við “Neptun” rakti sum verða man hart. Serliga nógvir mykinesmenn og vestmenningar fórust við skipinum. Og einstøku lagnurnar hjá teimum eftirsitandi gjørdust eisini truplar.

 

Gudrun Egholm kom sum verða man í eina sera trupla støðu, at sita eftir sum 40 gomul einkja við 7 børnum – harav tað yngsta var ein nýføðingur og tað elsta 12 ár. Neyðugt gjørdist hjá henni at fáa hjálp. Almenna hjálpin til einkjur var ikki tann stóra tá. Gudrun hevur fortalt, at hon fekk eina eingangs upphædd á kr. 300 útgoldna sum almenna hjálp.

Fýra ár eftir at “Neptun” gekk burtur, seldi hon húsini í Leynum, og keypti sær eina helvt av einum dupulthúsum Uppi á Deild í Vestmanna. Hetta gav henni nakað betur møguleikar at vinna sær løn í fiskaarbeiði í Vestmanna. Men tað var ikki fyri kontantir. Tað skuldi keypast í handlinum hjá handilsmanninum fyri lønina.

Gudrun fór at binda, hon keypti sær eina bindimaskinu, og hon fór at baka fyri fólk fyri at vinna sær pening til lívsins uppihald hjá sær og børnunum. Hetta varð gjørt aftaná vanliga arbeiðstíð.

Ikki so langt aftaná at Gudrun gjørdist einkja, gjørdist hon sera sjúk, og mátti á sjúkrahús fleiri ferðir. Tí gjørdist eisini neyðugt hjá henni at senda nøkur av børnunum til familju og onnur aðrastaðni í landinum at búgva.

 

Gudrun til Grønlands

 

Fyri Gudrun var tað eitt hart stríð at vinna pening til yngru børnini, sum hon hevði hjá sær, meðan eldru børnini í eina tíð vóru hjá familju og øðrum aðrastaðni. Tá Grønlandsútróðurin byrjaði, var hon eitt skifti í fyrru helvt av 50´unum í Tovkusak sum kokkur. Tá kom hon eisini at kenna tann gitna grønlandsfararan og rithøvundan Peter Freuchen. Gudrun bant honum eisini einar hosur!

Gudrun livdi til hon bleiv ein gomul kona, og doyði í 1980, 86 ára gomul.

 

 

Børnini

 

Elsta barnið, dóttirin Sigmunda, fór til Saksun at tæna. Tá hon var blivin nakað eldri fór hon til Íslands, og arbeiddi við fisk í Vestmannaoyggjunum. Seinni giftist hon við Gísla Ørvarodd á Sandi, har tey búsettust.

Tann elsti sonurin, Jens Jákup Egholm, fór til Norðadals at arbeiða sum húskallur hjá einum bónda. Sum tilkomin fór hann út at sigla, og krígsárini búði hann í Onglandi og sigldi hann við einum enskum trolara. Hann búsettist seinni í barndómsheiminum Uppi á Deild í Vestmanna. Hann giftist Jonu, sum livir enn.

Triðelsta barnið, Eivind Egholm, fór til familju í Skopun, og var har líka til hann sum ungur fór til skips. Eivind fór seinni út at sigla, og sigldi sum bátsmaður við norskum farmaskipum í nógv ár. Hann giftist til Noregs við fyrstu konu síni, og fingu tey tvær døtur. Hann og konan skiltust tó seinni, og Eivind møttu næstu konu síni, Ellen, umborð á einum av skipunum, hann sigldi við, og har hon starvaðist umborð. Kvinnuligir sjómenn vóru ikki so vanligir tá. Tey búsettust í Lillehammer, og bæði vitjaðu regluliga familjuna í Føroyum. Eivind doyði í 2000 og er jarðaður í Noregi, meðan konan livir enn.

Fjórða barnið var sonurin Sverri Egholm. Hann fór til familju á Glyvrum at verða hjá eini mostur. Hann gekk øll barnaárini í skúla har, og fór síðani á studentaskúla, og seinni til Danmarkar at lesa. Eftir loknan lestur flutti hann heimaftur til Føroya, og búsettist í Tórshavn, har hann gjørdist landsbókavørður. Sverri var eisini ein kend rødd í Útvarpinum, har hann javnan gjørdi sendingar ella las upp søgur. Sverri gjørdist eisini ein av eldsálunum í Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF), og spældi við í nógvum sjónleikum og einstøkum føroyskum filmum eisini. Hann giftist Onnu, ættað av Glyvrum, og búðu tey í Gundadali í Tórshavn. Sverri var í gongd við at skriva Vestmanna søgu, tá hann andaðist í 2001, hálvt ár eftir sín 70 ára føðingardag.

Jákup og Gudrun fingu í 1932 tvíburðarnar, Asbjørn og Reidar. Teir fóru á Føroya Barnaheim í Vestmanna, táið Gudrun bleiv sjúk, og vóru har nakrar ferðir, meðan Gudrun lá á sjúkrahúsið. Reidar fór sum tilkomin at læra til bakara. Hann giftist til Klaksvíkar. Tvíburðabróðurin, Asbjørn, fór sum tilkomin at læra til skómakari, og hann sigldi eisini við fiskiskipum – m.a. Kap Farvel. Asbjørn giftist við Óluvu, ættað úr Kollafirði. Asbjørn er annað av børnunum hjá Gudrun og Jákup Egholm, sum livir enn, og búgva hann og konan Uppi á Deild í Vestmanna.

Tað kann verða nevnt, at meðan Asbjørn misti pápan á sjónum, so misti Óluva fyrra mannin á sjónum. Hon var nevniliga gift við Sofus Skoralíð úr Dali, sum í 1955 doyði við íslendska trolaranum Egili Reyða, sum fór á landi uppí Ísafirði. Tað vóru yvir 30 mans við, meira enn helvtin vóru føroyingar. Tað doyði eisini fýra íslendingar. Tað verður roknað sum eitt bjargingarbragd av teimum stóru, at allir hinir vórðu bjargaðir.

Yngsta barnið, Jastrid, hevði Gudrun hjá sær mestu tíðina, men meðan hon lá á sjúkrahúsinum var Jastrid í styttri tíðarskeiðum hjá familju í Leynum og hjá mostrini á Glyvrum. Men longst var hon tó hjá mammubeiggjanum og konu hansara Inni á Fjørð í Vestmanna, Andrea og Julius Olsen.

Jastrid minnist frá krígnum tann 27. september 1941, táið “Fram” var bumbað og søkt á Vestmanna. Hon stóð Inni á Fjørð og hugdi, og flogfarið fleyg beint Inn á Fjørð, tætt framvið húsunum. Fram varð rakt av tveimum bumbum. Í sama sekundi rendi ein dupultur vatngoysur seg himmalhøgt upp í luftina. Fram lætti sær á í sjónum eins og dró hon són síðsta andadrátt og brotnaði so av um miðjuna. Hetta var ein ógvuslig sjón. Flogfarið royndi at gera meira um seg, men fekk tá dygga mótstøðu.

Sum børn blivu tey annars ávaraði um, hvussu tey skuldu fyrihalda seg, tá ið vandi var fyri týskum álopum. Varð gingið á vegnum skuldu tey tveita seg í veituna við vegin.

Jastrid hevur eitt annað serligt minni frá krígnum. Beiggin Jens Jákup, sum búði í Onglandi, hevði keypt henni eina harmoniku og onkur smart klæði. Men hetta kom ikki fram. Skipið við pakkanum gekk burtur. Helst hevur tað verið jólaskipið.

Jastrid giftist sum 24 ára gomul til Sørvágs, við Sigfred Hansen, har tey búsettust. Sigfred doyði í 2004, meðan Jastrid fyllir 75 ár í juli í ár..

 

 

Tilvildin bjarðaði manni úr Sandavági

 

Eg eri uppkallaður eftir abba mínum, Jákup Egholm. Í 1984 giftist eg við Aibritt. Stutt áðrenn vit giftust, vóru vit ein dagin inni og vitjaðu ommuna og abban hennara. Tá abbin, Albert Thomassen, í Sandavági spyr, hvaðani eg eri ættaður, greiði eg honum frá hesum. Tá sigur hann: “So tú er abbasonur Jákup Egholm? Hann kendi eg væl, tí vit hava siglt saman við “Neptun”. Eg bleiv ikki sørt kløkkur, og spurdi hann so eitt sindur nærri um hetta. Hann greiddi mær frá um abba mín, og lat annars væl at honum sum skipsfelagi og kokkur.

Tað løgna við hesi søgu hansara var, at eftir røttum skuldi hann verið við “Neptun” henda túrin, hon hvarv. Men hann var blivin sjúkur stutt áðrenn, teir fóru avstað, og hevði tí verið noyddur at senda skiparanum avboð. Tískil fór ein annar maður við í staðin. So tað var av berari tilvild, at ikki abbar hjá mær og konuni gingu burtur við sama skipi. Albert Thomassen var pápi at verpápa mínum, Jóhan á Plógv, sum var ein kendur skipari.

 

Jastrid fødd faðirleys

 

Vit hava eisini verið inn á gólvinum hjá Jastrid, dóttir Gudrun og Jákup. Hon var sera fryntlig og dugdi væl at greiða frá

Hon minnist einki til hesa hending, men sum hon vaks til, kom hon tó at kenna hvussu tað var ongan pápa at hava. Tað var ikki prátað nóg um hetta, men tó so mikið, at hon fekk eina kensla av, hvussu tey eldru í húsinum høvdu upplivað hetta.

Sum so ofta er, hevði mamman trupult við at góðtaka, at maðurin ikki fór at koma aftur. Hon noyddi seg leingi at trúgva, at manningin mátti hava bjargað sær á ein ella annan hátt, og tað gjørdi hon í fleiri ár.

Tey fluttu til Vestmanna í 1938, tá ið Jastrid var fýra ára gomul. Tey áttu onga jørð, og høvdu tí ikki kúgv og seyð. Men fólk vóru so hjálpsom. Vanligt var at keypa mjólk. Viðhvørt fingu tey mjólk frá fólki. Serliga væl minnist Jastrid til, tá ið fólk bóru teimum ketilost frá kúgv, sum júst hevði kálvað. Jastrid dámdi eisini so væl saman við øðrum børnum at fara í hagan eftir neytum um kvøldarnar. Fyri hetta kundi hon fáa eina breyðflís frá fólki, sum áttu okkurt av neytunum. Hetta kom eisini so væl við, at hon minnist tað enn!.

Men tey høvdu hønir, settu eplir niður og skóru torv. Tað var langt at ganga, einir tveir tímar hvønn vegin. Hetta gav alt nógv arbeiði og øll máttu hjálpa til.

Men fólk vóru eisini hjálpsom. Tað var nógvur seiður í Vestmanna. Tá menn kastaðu nót fingu tey heim, sum høvdu mist forsyrgjaran, eisini sín part.

Men sum Jastrid sigur: “Hóast truplar umstøður, so komu vit væl undan.”

Jastrid kom at hava eitt lív, sum var vanligt hjá gentum. Sum heilt ung gekk hon við posti. Hetta var eitt arbeiði, sum ikki kundi forsømast. Sjálvt tann dagin, hon skuldi til altars aftaná konfirmatiónina, mátti hon fyrst við posti.

Hon var í húsi ymsa staðni. Hetta var ein góð skúling hjá nógvum gentum at gerast góðar matmøður.

Jastrid var eisini í Ìslandi og arbeiddi fisk, sum eisini var vanligt tá í tíðini. Hon arbeiddi eisini á trolvirkinum hjá Alfred Hummeland. Hetta var konufólkaarbeiði tá. Arbeiðið var bæði at knýta trolnet og at gera trolini til, og her var nógv at gera.

Jastrid gjørdist fiskimannakona. Maðurin Sigfred var til sjós meginpartin av sínum arbeiðslívi.

Børnini eru fimm í tali. Tann elsti Niels er føddur á einum so sjáldsamum stað sum hvíldarheiminum Naina. Føðingin gekk so skjótt, at stundir vóru ikki at koma á hospitalið. Næstu børnini eru tvíburarnir Jákup og Johannes. Síðan koma Jakoba og Sjúrður.

Vit takka Jastrid og Jákupi fyri teirra íkast til hesa søgu.

 

 

Komandi partur:

 

Í komandi Miðviku verður millum annað fyrri partur av áhugaverdari frásøgn hjá Steingrim Kristoffersen, son skiparin á Neptun. Tá endurgeva vit eisini bræv sum Óla Jákup sendi heim úr Reykjavík stutt áðrenn teir gingu burtur.