Ummælari: Soppar eru kult

Mann fekk einki at vita um hvar framførslan skuldi ganga fyri seg - vit skuldu bara standa klár í Steinatúni klokkan átta.

-Soppar eru kult. Henda sannroynd kom mær til hugs fleiri ferðir í gjárkvøldið, tá eg upplivdi útgávukonsert/ir hjá Aggrasoppum ymsastaðni í Havn.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen sítt ummæli á listaportal.com av  konsert hjá Aggrasoppum.

 

Henda konsertin var mikið hypað frammanundan, tí sopparnir umframt mangar aðrar førleikar eisini vísa seg at duga marknaðarføring og høvdu boðað frá frammanundan, at tað bara vóru tey serliga herligu, sum fingu innbjóðing og mann fekk einki at vita um hvar framførslan skuldi ganga fyri seg - vit skuldu bara standa klár í Steinatúni klokkan átta, skrivar Kinna Poulsen. 

 

---

 

Meðan syruta versiónin av seinastu vaktini sløraði úr hátalaranum, bað eg fiskunum farvæl og ringdi eftir einum taxabili, tí tað føldist sum hevði eg verið til minst tríggjar konsertir uppá ein og sama fríggjadag. Nú liggur plátan á spælaranum og hon lýsir í myrkri akkurát sum í Scooby Doo við gjøgnumførdum myndatilfari og øllum tekstunum - tað er gott. Har stendur ikki hvørjir tónleikararnir eru, men eisini teir gera og gjørdu tað gott í gjár.

 

Ummælið av serstøku framførsluni hjá Aggrasoppum kann lesast í fullari longd á www.listaportal.com, har Kinna Poulsen eisini hevur lagt myndir út.