Ungarn er vert at hava eyguni eftir

EM24: Við Dominik Szoboszlai á odda skal Ungarn bjóða teimum stóru av

Hetta er triðju ferð upp í slag, at Ungarn vinnur seg til EM-endaspælið. Liðið hevur fleiri góðar spælarar og tað er ikki óhugsandi, at Ungarn verður eitt av londunum, sum tú skal halda eyga við til endaspælið.

 

Upptakt: Týskland hevur ikki vunnið EM síðani 1996

 

Hópurin hevur eina blanding av spælarum, sum eru spjaddir yvir fleiri lond og deildir í Evropa. Stóra stjørnan er Dominik Szoboszlai, sum spælir við Liverpool. Hann hevur saman við venjaranum, italska Marco Rossi, verið ein partur av stóru framgongdini hjá Ungarn seinastu árini.

 

Landið hevur eina stolta fótbóltssøgu, men tað er eftirhondini langt síðani, at Ungarn var at rokna sum ein faktorur í evropeiskum fótbólti. Tað er í holt við at broytast. Liðið er ikki sett saman av heimsstjørnum, men heldur av spælarum, ið fáa sum mest burturúr síni yrkisleið. Eitt dømi er fyrrverandi eykamálverjin hjá Liverpool, Peter Gulacsi. Hann er í dag fyrstaval hjá RB Leipzig. Liðfelagin og miðverjin, Willi Orban, er ein spælari á veg fram.

 

Upptakt: Skotland hevur nakað at prógva

 

Stóra stjørnan er 23 ára gamli Dominik Szoboszlai. Hann spælir ein meira framrættaðan leiklut hjá Ungarn enn hann ger hjá Liverpool. Tí kann tað væntast, at hann verður meira vandamikil frammanfyri málinum fyri landsliðið, enn hann er í Premier League.

 

Marco Rossi hevur hildið fast í ein 3-4-2-1 uppstilling og lítið bendir á, at hon verður broytt til EM-endaspælið. Ungarn hevur víst styrki og framdrift til seinastu endaspølini. Tað er ein góður møguleiki, at tað verður Ungarn, ið kemur víðari úr bólkinum, men so heldur ikki meira enn tað.

 

Fýra ferðir hava Føroyar spælt móti Ungarn og tað hevur verið spennandi hvørja ferð. Besta úrslitið er ein vælspældur málleysur javnleikur í 2016. Hinar dystirnar hevur Ungarn vunnið við einum máli. Eisini er familjan Géza kend her á landið. Géza Tamás Turi kom við familju til Føroyar í 2006 at spæla við GÍ. Tey búgva enn her og sonurin, Géza Dávid Turi er bara eitt pass frá at spæla á føroyska landsliðnum.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Denes Dibusz (Ferencvaros)

 

Peter Gulácsi (RB Leipzig)

 

Peter Szappanos (Paksi)

 

Verjuspælarar:

 

Botond Balogh (Parma)

 

Endre Botka (Ferencvaros)

 

Márton Dárdai (Hertha Berlin)

 

Attila Fiola (Fehervar)

 

Adam Lang (Omonia Nicosia)

 

Willi Orban (RB Leipzig)

 

Attila Szalai (SC Freiburg)

 

Miðvallarar:

 

Bendeguz Bolla (Servette)

 

Mihaly Kata (MTK)

 

Milos Kerkez (Bournemouth)

 

Laszlo Kleinheisler (Hajduk Split)

 

Adam Nagy (Spezia)

 

Zsolt Nagy (Puskás Akadémia)

 

Loic Nego (Le Havre)

 

András Schäfer (Union Berlin)

 

Callum Styles (Sunderland)

 

Álop:

 

Martin Adam (Ulszan)

 

Kevin Csoboth (Ujpest)

 

Daniel Gazdag (Philadelphia Union)

 

Krisztofer Horvath (Kecskemeti)

 

Roland Sallai (Freiburg)

 

Dominik Szoboszlai (Liverpool)

 

Barnabás Varga (Ferencvaros)

 

Venjari: Marco Rossi (Italien)

 

Skráin:

 

Ungarn – Sveis (leygardagin klokkan 14)

 

Týskland – Ungarn (mikudagin klokkan 17)

 

Skotland – Ungarn (sunnudagin klokkan 20)