Uppskot um at samkynd kunnu giftast samtykt

Eftir drúgvar tingingar var uppskotið samtykt við 2. viðgerð

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, tók sítt uppskot um fólkaatkvøðu aftur, men tað kom kortini til atkvøðugreiðslu. Tann skeyt Bill justinussen upp eftir, at Heðin Mortensen hevði tikið uppskotið aftur.

 

Málið fall kortini og í staðin fyri samtykti tingið at samtykkja uppskotið um at samkynd kundu giftast við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

 

Heðin Mortensen atkvøddi fyri uppskotinum og tað gjørdu teir báðir sambandstingmennirnir, Magni Laksáfoss og Edmund Joensen eisini-

 

Lógvabrestir vóru millum áhoyrarnar í tingsalinum, tá ið atkvøðugreiðslan var liðug, men hetta var bert næstsíðstu ferð atkvøtt var um málið.

 

Málið skal hava 3. og endaligu viðgerðina.