Útseta víkingaferð orsakað av ringum veðri

Báturin er heldur ikki heilt klárur.

Eftir ætlan skuldi víkingaferðin við sekæringinum Naddoddi byrja í dag. Livar Nysted og fimm onnur ætla sær at sigla til Noregs, men nú er avgerð tikin um at útseta ferðina.

 

Orsøkin er í fyrsta lagi veður, og í øðrum lagi er báturin ikki heilt klárur enn. 

 

Men ongin hevur mist mótið, og lagið er gott. Manningin á Naddoddi skipaði í gjár, sunnudagin 18. august, og í dag, mánadagin 19. august, í samráð við Tvøroyrar kommunu fyri stórfingnum kunningartiltaki á mentanarborgini SALT á Drelnesi. Skúlanæmingar úr Vági, Hvalba og av Tvøroyri, umframt Føroya Eftirskúla á Tvøroyri, fyltu høllina og balkongina í SALT í morgun, dagin eftir ta somuleiðis kunnandi samkomuna í gjár, sunnudagin, 18. august.

 

Ferðin verður útsett til í fyrsta lagi í morgin, og annars bara til at tað viðrar.

 

Les meira um ferðina í nýggjasta Sosialinum ogHER.