07 Vestur hevur í kvøld verið á Skála, har tað undir Mýruhjalla varð sett punktum fyri 14. umfar. Vágaliðið riggar til at fara vestur aftur, og í viðførinum eru trý stig. 07 Vestur vann 2-1. Hetta er fyrsti sigur síðani 20. mai, tá ið 07 Vestur á heimavølli vann 2-0 ímóti EB/Streymi. Síðani tá hevur 07 Vestur í trimum dystum vunnið eitt stig. Samlaði málmunurin í hesum trimum dystunum var 6 – 13, sum ber boð um, at verjuspælið ikki hevur verið serliga sannførandi.
Í kvøld var tað málleyst, tá ið teir í regni og góðum líkindum at spæla fótbólt fóru at hvíla seg.
Beinanvegin eftir steðgin var liðið hjá 07 Vestur umskipað soleiðis, at Filip Brattbakk varð fluttur av vinstra og á høgra vongverja, og Emil Pedersen, sum hevði verið framrættaður í vinstru, varð fluttur í álopið, har hann var undir liðini á Mawwell Eiffiom.
Broytingin bar við sær, at tað varð meiri broddur í álopspartinum hjá 07 Vestur, sum fyrsta stóra korterið eftir steðgin skoraði tvey mál. Fýra minuttir eftir steðgin var tað Emil Pedersen, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt í síðunetið. Uppspælið var fínt, tá ið Filip Brattbakk sneiddi seg leysan í høgru, og spældi flatt til Maxwell Eiffiom, sum mitt fyri og seks metrar úr málinum legði bóltin aftur til Emil Pedersen, sum skoraði.
2-0 málið skoraði Hans Erik Gunnarsson. Stinni miðverjin setti eftir horna bóltin í málið, og so var 07 Vestur av álvara á sigurskós. Hetta var annað málið hjá stýrimanninum í miðverjuni, sum eisini skoraði í 13. umfari, tá ið 07 Vestur tapti 4-1 á heimavølli ímóti HB.
Skála royndi at spenna álopsbogan. Eitt nú var framrættaði og skjóti Dávid Johansen, sum hevur verið skaddur mesta partin av árinum, settur á vøllin saman við Ara Ó. Ellingsgaard og Jan Ingason Hansen, sum hevur verið skaddur í nógvar vikur, varð eisini skiftur inn.
Tað eydnaðist Skála at pressa 07 Vestur, og vágamenn tóktist ikki hava so nógv ímóti at vera í verjustøðu og bíða eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Teir høvdu gott tak á tí, inntil Skála smáar tjúgu minuttir undan leikloki minkaði um munin til 2-1. Carlos Ferreira royndi seg við langskoti. Málverjin sá út til at hava tak á støðuni, men so sá tað út til, at bólturin skifti kós og fór í málið.
So legði Skála uppaftur meiri fyri, og tað vóru fleiri spentar støður í og kring brotsteigin hjá 07 Vestur, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Sebastian John í 07 Vestur málinum.
07 Vestur er á sætta plássi við 18 stigum – tvey aftanfyri B36 og fimm frammanfyri Skála, sum er á sjeynda plássi.
Sunnudagin fær 07 Vestur vitjan av ÍF, og leygardagin fer Skála í Gundadal at hitta B36.
Skála – 07 Vestur 1-2 (0-0)
0-1: Emil G. Pedersen 49.
0-2: Hans Erik Gunnarsson 62.
1-2: Carlos Ferreira 72.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Víkingur | 14 | 13 | 0 | 1 | 41 | 7 | 39 |
HB | 14 | 13 | 0 | 1 | 33 | 10 | 39 |
KÍ | 14 | 10 | 0 | 4 | 26 | 13 | 30 |
NSÍ | 14 | 8 | 1 | 5 | 31 | 19 | 25 |
B36 | 14 | 5 | 5 | 4 | 28 | 25 | 20 |
07 Vestur | 14 | 5 | 3 | 6 | 21 | 31 | 18 |
Skála | 14 | 4 | 1 | 9 | 17 | 29 | 13 |
EB/Streymur | 14 | 2 | 1 | 11 | 14 | 27 | 7 |
B68 | 14 | 1 | 4 | 9 | 9 | 27 | 7 |
ÍF | 14 | 0 | 3 | 11 | 14 | 46 | 3 |
Fríggjadagin 28. juni
KÍ – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
Víkingur – EB/Steymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
B68 – HB: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00
Leygardagin 29. juni
B36 – Skála: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00
Sunnudagin 30. juni
07 Vestur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00