Vágamenn funnu aftur á slóðina

Fyri fyrstu ferð síðani hálvan apríl fór 07 Vestur í dag av vøllinum við fullari úrtøku

15. apríl vann 07 Vestur 2-1 á útivølli ímóti B68. Síðani tá hava vágamenn í fýra dystum bara vunnið eitt stig. Í dag eydnaðist tað aftur 07 Vestur at vinna fulla úrtøku. EB/Streymur, sum fyri stuttum vann 5-0 á heimavølli í steypakappingini ímóti 07 Vestur, var gestur á Dungasandi, og tað eydnaðist 07 Vestur at vinna 2-0. Fyrr í ár vann 07 Vestur 4-2, tá ið EB/Streymur var gestur á Dungasandi.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at 07 Vestur eftir 10 umfør hevur 14 stig, mdðan EB/Streymur hevur fýra stig og framvegis er illa spert í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. Einasti sigurin higartil hjá EB/Streymi í landskappingini var á summarmála, tá ið tað endaði við 5-0 heimasigri ímóti ÍF.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Emil Pedersen, sum setti hol á eftir sending úr høgru frá Julian Mouritsen. Emil var trongdur, tá ið hann sneiddi framvið mótstøðumanni og sendi bóltin flatt í handara síðunetið.

 

EB/Streymur royndi at spenna álopsbogan, og tað vóru spentar støður og møguleikar frammanfyri málið hjá Sebastian John.  Eitt nú var bólturin tvær ferðir á stólpanum aftanfyri heimamálverjan. Og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at 07 Vestur økti um leiðsluna til 2-0. Emil Pedersen átti uppleggið, og 19 ára gamli Magnus Isager var fyri fyrstu ferð málskjútti, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti úr Danmark og í Vágar.

 

 

 

07 Vestur – EB/Streymur 2-0 (0-0)

 

1-0: Emil Pedersen

 

2-0: Magnus Isager

 

Dómari: Dagfinn Forná