Gevast við at venja ukrainskar flogskparar í Danmark

Umleið 20 ukrainskir F-16 flogskiparar verða útbúnir, tá venjingin á Flyvestation Skrydstrup endar.

Tíðindafundur í dag, danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og norski starvsbróðir hansara, Bjørn Arild Gram Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Við ársenda verða ukrainskir floskiparar ikki útbúnir til F-16 stríðsflogfør í Danmark.

Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, í dag á tíðindafundi við norska verjumálaráðharran, Bjørn Arild Gram. Noreg hjálpir eisini við venjingini í Danmark.

– Vit kunnu ikki útbúgva teir víðari eftir 2024, sigur Troels Lund Poulsen.

Tað er »við respekt fyri«, at Danmark er við at skifta til F-35-stríðsflogfør, sigur Troels Lund Poulsen.

Danmark fer tó framhaldandi at hjálp við venjingini av ukrainskum flogskiparum, men tað verður bara aðra staðni enn í Danmark. Í dag venja tey eisini ukrainskar flogskipara rí Rumenia.

/ritzau/

 

 

Tíðindafundur í dag, danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og norski starvsbróðir hansara, Bjørn Arild Gram Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix