Seinnapartin klokkan 15.30 verður lutakastið til undankappingina til EM-endaspælið í 2026 á Hotel Clarion, ið liggur skamt frá flogvøllinum í Kastrup.
Føroyar eru í potti 2, ið er næstovasti styrkisbólkurin.
EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar millum 15. januar og 1. februar í 2026 hevur fýra leikvøllir. Teir eru Telenor Arena í Oslo, Jyske Bank Boxen í Herning, Malmö Arena í Malmö og Kristianstad Arena í Kristianstad.
Styrkismetingin sær soleiðis út:
##med2##
HER ber til at fylgja lutakastinum beinleiðis í sending hjá Eurohandball:
##med3##