VIDEO: Kolumbia vann seg í Copa America finaluna

(Video) Síggj hæddarpunkt frá hálvfinaluni Uruguay-Kolumbia 0-1 (0-1)

Í nátt føroyska tíð var hálvfinalan millum Uruguay og Kolumbia í Copa America kappingini leikt á Bank of America leikvøllinum í Charlotte í North Carolina.

 

Kolumbia vann 1-0 við einum sigursmáli Jefferson Lerma stútaði í netið tá 39 minuttir vóru leiktir.

 

Beint undan steðginum var Daniel Munoz hjá Kolumbia vístur av vøllinum.

 

Hóast Uruguay vóru 11 móti 10 ein heilan hálvleik megnaðu teir ikki at skjóta mál. Bæði Darwin Nunez í fyrra hálvleiki, og Luis Suarez í seinna hálvleiki høvdu stórar málmøguleikar, so megnaðu teir ikki at skora. Móti dystarenda brendi Kolumbia eisini nakrar stórar málmøguleikar.

 

Tíverri bleiv rok aftaná dystin. Leikarar hjá Uruguay fóru at berjast við kolumbianskar áskoðarar, ið gjørdu seg inn á næstringar hjá uruguayansku leikarunum. Tað bleiv heldur tað enn spennandi dysturin á vøllinum, ið stjól yvirskriftirnar aftaná hálvfinaluna. 

 

Mánamorgunin/náttina klokkan eitt føroyska tíð skal Kolumbia spæla finalu móti Argentina á Hard Rock-leikvøllinum í Miami í Florida. Talan er um fyrstu Copa America finaluna hjá Kolumbia síðani 2001. Argentina er verandi Copa America meistari.

 

Argentina hevur eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Uruguay skal spæla bronsudyst móti Kanada sunnumorgunin/náttina klokkan eitt føroyska tíð. Dysturin verður leiktur á sama vølli, har teir taptu hálvfinaluna fyri Kolumbia. Uruguay hevur eina greiða favorittstøðu móti Kanada.  

 

HER ber til at síggja hæddarpunkt frá hálvfinaluni Uruguay-Kolumbia 0-1 (0-1):

 

##med2##