VIDEO: Messi skoraði tá Argentina vann seg í Copa America finaluna

(Video) Síggj hæddarpunktini frá hálvfinaluni Argentina-Kanada 2-0 (1-0)

Í nátt føroyska tíð var fyrra hálvfinalan leikt í Copa America kappingini á MetLife leikvøllinum í New Jersey í USA.

 

Argentina og Kanada, ið eisini møttust í innleiðandi bólkaspælinum endurtóku úrslitið frá bólkaspælinum.

 

Argentina vann aftaná heiðurliga mótstøðu frá undirtippaðu kanadiumonnunum 2-0 í hálvfinaluni.

 

Áleyparin hjá Manchester City, Julian Alvarez legði Argentina á odda við einum góðum skoti aftaná eina góða fríspæling frá Rodrigo de Paul. Tá vóru 21 minuttir leiktir av dystinum.

 

Tá seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fann Enzo Fernandez Lionel Messi, sum inni í fimmmetursteiginum fekk beint bóltin í málið. 

 

Messi hevur nú skorað í enn einum endaspæli, og hann kann nú saman við Argentina vinna Copa America aðru ferð á rað, og fyri 16. ferð í søguni. Argentina er eisini verandi heimsmeistari.

 

Í finaluni, ið verður leikt mánadagin klokkan eitt - um morgunin/náttina - føroyska tíð møtir Argentina antin Kolumbia ella Uruguay.

 

Kolumbia og Uruguay spæla í nátt klokkan eitt - føroyska tíð - hálvfinalu á Bank of America leikvøllinum í Charlotte í North Carolina.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá hálvfinaluni Argentina-Kanada 2-0 (1-0):

 

##med2##