VIDEO: NSÍ sendi KÍ úr steypakappingini

(Video) NSÍ, Víkingur, HB og B36 vunnu seg í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum

Mynd: Ólavur Wolles

FSF skrivar: 

 

Mikukvøldið varð fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at NSÍ, Víkingur, HB og B36 spældu seg víðari í hálvfinalurnar

 

——————

 

Nú er greitt, at tað vera NSÍ, Víkingur, HB og B36, sum verða í stóra glasbollanum, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

 

Mikukvøldið var fyrsta umfar á skránni. Í Gøtu vann Víkingur 12-0 á FC Hoyvík, og í Gundadali vann HB 6-0 á Skála. Á Tórsvølli tók B36 ímóti TB/FCS/Royn, og úrslitið gjørdist 3-0 til heimaliðið.

 

Fjórði dysturin var við Løkin í Runavík, har KÍ var á vitjan hjá NSÍ. Úrslitið gjørdist 3-1 til gulu vespurnar.

 

Lutakastið til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verður á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið 19. juni.

 

Hálvfinalurnar verða spældar 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

 

HER ber til at síggja málini frá fjórðingsfinalunum frá FSF-varpinum:

 

##med2##

 

Mynd: Ólavur Wolles