VIDEO: Soleiðis oyðilegði Emil Nielsen kvøldið fyri THW Kiel

(Video) Síggj ein samandrátt av Champions League hálvfinaluni Barcelona-THW Kiel 30-18 (15-9)

Fyrst Kasper Hvidt, síðani Niklas Landin, og nú Emil Nielsen. Danmark heldur fram við at hópframleiða góðar málverjar

Katalanski risin, Barcelona smurdi THW Kiel av í hálvfinaluni í Champions League í Lanxess høllini í Köln. 

 

Barcelona vann stórsigur 30-18 á Kiel. Í steðginum var Barcelona á odda 15-9.

 

Danski landsliðsmálverjin hjá Barcelona, Emil Nielsen var framúr í dag. Hann hevði eitt bjargingarprosent upp á 46,9 prosent. Hann var eisini væl hjálptur av einari sterkari verju.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði bert eitt mál upp á fimm málroyndir.

 

Klokkan 14 í morgin spæla Kiel og Magdeburg um triðja plássið. Klokkan 17 byrjar finalan millum Aalborg og Barcelona.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum. Elias sæst við nummar 71 á rygginum:

 

##med2##

 

Fyrst Kasper Hvidt, síðani Niklas Landin, og nú Emil Nielsen. Danmark heldur fram við at hópframleiða góðar málverjar