Víkingarnir fóru illa við grannunum

Men tað var ikki fyrrenn ein tími var farin, at tað av álvara skrædnaði í Fuglafirði

Støðutalvan sigur, at tað var botnur ímóti toppi, tá ið ÍF í kvøld hevði vitjan av Víkingi.

 

Meðan víkingarnir hava fingið dystarvenjing í Europa, hevur ÍF fyrst hildið summarfrí og síðani vant og spælt onkran venjingardystin í roynd at fyrireika seg til dystirnar eftir summarsteðgin.

 

Dagsskráirnar eru heilt ymiskar. Hjá Víkingi snýr tað seg um at halda tørn um trygga oddaesssin, og hjá ÍF snýr tað seg um at vinna ársins fyrsta sigur og so vóna, at tað fer at eydnast at skava stigini saman, sum skulu til, um tað skal sleppast undan niðurflytingini.

 

Í kvøld vóru tað teir í Eysturkommunu, sum vunnu tað, sum teir høvdu brúk fyri.

 

Úrslitið í Fuglafirði var 6-0 til Víking, og tað var eingin ivi um, at víkingarnir vóru leikliga omaná. Men tað var 1-0, tá ið teir fóru at hvíla seg, og heimamenninir í Fuglafirði hava orsøk at iðra seg um, at tað at enda sá so ljótt út.

 

ÍF hevði í fyrra hálvleiki onkran heilt góðan møguleika at javna til 1-1, og beinanvegin eftir steðgin vóru teir aftur upp á spæl, men Bárður á Reynatrøð bjargaði, og so bleiv tað 2-0 og eftir ein lítlan tíma 3-0 og so gekk tað skjótt.

 

Sølvi Vatnhamar skoraði málið í fyrra hálvleiki eftir álop í vinstru. Eftir steðgin stóðust fleiri av teimum fimm málunum, sum Víkingur skoraði, eftir mistøk í uppspælinum hjá ÍF, sum víkingarnir eirindarleyst sektaðu.

 

Olaf Bárðarso hevur av álvara fingið luft undir veingirnar. Hann skoraði tvey mál, og hann hevur nú skorað sjey mál. Tað eru tvey mál færri enn Finnur Justinussen, sum í kvøld var á vøllinum í ein hálvan tíma og Poul Kallsberg, sum í kvøld skoraði eitt mál. Sølvi Vatnhamar var eisini tvífaldur málskjútti í kvøld, og hann hevur eisini skorað sjey mál.

 

Eitt korter undan leikloki avloysti Signar á Brúnni á høgra vongverja Ara Olsen. Í síðsta minutti staðfesti Signar á Brúnni 6-0 sigurin eftir framúr uppspæl. Jákup Johansen, sum hevði avloyst Poul Kallsberg, spældi sera snilt og við hælinum Signar leysan, og skotinum av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru bilti avgjørt einki.

 

Sunnudagin fer ÍF, sum í kvøld fyri fyrstu ferð hevði Símun Kalsø og Silas Gaard á liðnum, til Klaksvíkar, og mánadagin fer Víkingur suður í høvuðsstaðin at spæla ímóti B36.

 

 

 

ÍF – Víkingur 0-6 (0-1)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar 12.

 

0-2: Poul Kallsberg 48.

 

0-3: Olaf Bárðarson 57.

 

0-4: Olaf Bárðarson 70.

 

0-5: Sølvi Vatnhamar 82.

 

0-6: Signar á Brúnni 90.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Karl Løkin, Peter S. Ullum, Gundur E. Petersen – Bogi Reinert-Petersen, Ruben Møller-Nielsen – Jóhann J. Højbro, Kasper Sommerstedt, Silas Gaard – Uros Stojanov

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson