Vil ikki hava riddarakross

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, segði nei takk, tá honum stóð í boði at fáa riddarakrossin frá drotningini

Í næstu viku kemur Margretha, drotning av Danmark, til Føroya á almenna vitjan, sum byrjar í Suðuroynni og heldur fram í Havn og í Sandoynni.



Millum teirra, ið koma at heilsa upp á drotningina, meðan hon vitjar, er løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu.



Eitt nú verður hann við til móttøkuna á Bursatanga, tá drotningin kemur til Havnar fyrrapartin týsdagin, og hann skal eisini taka ímóti drotningini í tinghúsinum, umframt at hann verður við til døgurða í Norðurlandahúsinum um kvøldið.



Undan vitjanini hevur Páll á Reynatúgvu so eisini fingið møguleikan at tikið ímóti riddarakrossinum frá Margrethu drotning, men hann valdi ikki at taka av.



Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðu við Páll á Reynatúgvu.