Vit eiga at krevja revsiváttan

Tað sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum í svari til spurning um útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða

Tað var Beinir Johannesen, løgtingsmaður, sum setti Bjarna Kárason Petersen spurningin um útlendska arbeiðsmegi og revsiváttan í einum grein 52a fyrispurningi. Hann spurdi soleiðis:

1. Hvat skal til, fyri at útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og FastTrack, skulu útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðsloyvi?

2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal revsiváttan?

Bjarni Kárason Petersen svarar, at bæði landsins myndugleikar og teir arbeiðsgevarar, sum fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, hava ábyrgd av, at útlendingar, sum koma hendan vegin at arbeiða, ikki eru dømdir brotsmenn.

– Eg haldi tí, at í fyrstu syftu eiga føroysku fyritøkurnar, ið fáa útlendsk arbeiðsfólk hendanvegin at arbeiða, at seta krav um, at útlendingar mugu vísa revsiváttan fyri at fáa arbeiði hjá teimum.

Grein 15 í føroysku útlendingalógini heimilar, at treytir kunnu leggjast á eitt arbeiðsloyvi í Føroyum. Avvarðandi danski ráðharri kann, eftir samráðing við Føroya Landsstýri, ásett nærri reglu um arbeiðsloyvir til Føroyar, undir hesum innihaldi og gildistíð og um tær treytir, sum kunnu leggjast á eitt loyvi.

– Eg haldi, at tað eigur at vera eitt yvirskipað krav fá landsins myndugleikum, at úlendingar, sum ynskja at arbeiða í FØroyum, skulu útvega revsiváttan í sambandi við umsókn sína um arbeiðs- og uppihaldsloyvi her, sigur Bjarni Kárason Petersen.

– Eg fari tí í næstum at seta meg í samband við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum og heita á hann um at áseta reglur um, at úlendingar, sum ynskja at arbeiða í Føroyu, skulu útvega revsiváttan í sambandi við umsóknir sínar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svarinum til Beinir Johannesen.