Vit gita: Fleiri broytingar á liðnum

Manslandsliðið: Tað er líkt til, at Håkan Ericson fer at gera fleiri broytingar

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Liðið til dystin móti Estlandi

Føroyar skulu í dag spæla bronsudyst móti Lettlandi í venjingarkappingini Baltic Cup. Føroyar taptu 4-1 móti Estlandi og Lettland tapti 2-0 móti Litava. Sum skilst, so fer Håkan Ericson, landsliðsvenjari, at gera fleiri broytingar til dystin í kvøld. Tó verður málverjin tann sami. Bárður á Reynatrøð er klárt fyrstaval millum teir tríggjar, sum eru avstað í løtuni.

 

Nakað bendir á, at bara Viljormur Davidsen gongur aftur í verjuni frá dystinum móti Estlandi. Jann Benjaminsen fær kjansin fyri Jóannes Kalsø Danielsen á høgra bakki, meðan Arnbjørn Svensson og Gullbrandur Øregaard taka plássini hjá Gunnari Vatnhamar og Samueli J. Chukwudi.

 

Hóast miðvøllurin hevði ávísar avbjóðingar móti Estlandi í verjupartinum, so bendir nógv á, at Hanus Sørensen, René Shaki Joensen og Stefan Radosavljevic allir fáa kjansin aftur. Hetta merkir millum annað at U21-landsliðsspælararnir, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Noah Hans Mneney, helst verða innhopparar í dag.

 

Í álopnum letur til at Pætur Petersen, Klæmint A. Olsen og Adrian Justinussen fáa kjansin frá byrjan. Teir komu allir inn í dystinum móti Estlandi. Patrik Johannesen hevur bara verið á vøllinum nakrar minuttir, men tað bleiv eisini boðað frá til landsliðsúttøkuna, at hann enn er nakað frá at verða fult klárur.

 

Hetta er sættu ferð, at Føroyar spæla móti Lettlandi. Vit hava vunnið ein og spælt javnt fýra ferðir. Sigurin kom í 2016, tá vit vunnu 2-0 á Skonto stadion í Riga við málum frá Sonna Ragnar Nattestad og Jóan Símuni Edmundsson.

 

Dysturin í dag verður á Daugava leikvøllinum har vesturi í Lettlandi. Dysturin byrjar klokkan 17 og sæst í Kringvarpinum.

 

Vit gita: (4-1-4-1)

 

Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen - Pætur Petersen, Hanus Sørensen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen - Klæmint A. Olsen

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Liðið til dystin móti Estlandi