Nógv at práta um við grønlendskar gestir

- Hetta var ein sera áhugaverd vitjan úr einum grannalandi í Norðurhøvum, siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

Í dag vitjaði fíggjarnevndin í Inatsisartut – grønlendska landstinginum – Runavíkar kommunu.

 

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, greiddi teimum frá kommununi og landinum annars, og eftir tað varð samskift um mál av øllum handa slag.

 

- So ymisk, sum samfeløgini í tjóðunum báðum annars eru á mongum mótum, so var kortini nógv at práta um, eitt nú um fiskivinnupolitikk, nú grønlendingar fyri kortum hava samtykt eina nýggja skipan á økinum.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at samskift varð sjálvsagt eisini um fíggjar-og búskaparpolitikk. 

 

Onkur av teimum vitjandi hava eisini roynt seg sum kommunalpolitikarar – eitt nú Asii Chemnitz Narup (Inuit Ataqatigiit), sum var borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi, Sermersooq Kommunu, í eini 10 ár.   

 

- Tí varð av góðum grundum tosað nógv um skúlaskap, dagstovnar, vinnulív, frítíðarlív, undirstøðumál og ymiskt annað.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at hetta var ein sera áhugaverd vitjan úr einum grannalandi í Norðurhøvum.

 

Sagt verður eisini, at grønlendsku gestirnir fingu góða fiskasuppu úr Æðuvík, og tey fingu eisini kaffi og køkur.