Ynskja sær íbúðarbygging á Strondum

Sjóvar kommunu hevur tvey stór stykki til sølu til íbúðarbygging. Talan er um matr. nr. 79bs og matr. nr. 79bt, sum eru ávikavist 2.755 fermetrar og 2.734 fermetrar til støddar.

Talan er um hesar báðar matriklarnar á Strondum, sum eru til sølu til íbúðarbygging

– Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu íbúðarbyggingin verður skipað og nær bygging kann verða framd, stendur í lýsingini í Sosialinum.

Prísurin er 250 krónur fyri fermeturin, og tað eru slakar 1,4 milliónir krónur fyri bæði stykkini.

– Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, galdandi. Hetta merkir m.a., at Sjóvar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði, stendur eisini at lesa í lýsingini.

– Kommunan ynskir, at eitt hóskandi tal av íbúðum verða bygdar á økið. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í grannalag og landslag. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið, sigur kommunan í lýsingini, sum sæst í Sosialinum hetta vikuskiftið. 

Tað eru Sókn Advokatar, sum standa fyri søluni, og fyrispurningar kunnu setast teimum. Freistin at bjóða upp á stykkini er mánadagin 8. juli.

 

 

Talan er um hesar báðar matriklarnar á Strondum, sum eru til sølu til íbúðarbygging