Zelenskyy vil sleppa at raka fleiri mál í Russlandi

NATO-londini eiga at avtaka avmarkingarnar fyri nýtslu av vápnum til at raka mál í Russlandi, heldur Zelenskyj

Loyvið Ukraina at brúka F16 jagaraflogfør til at raka hernaðarlig mál inni í Russlandi. Hetta er boðini frá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj. Danmark letur 19 F16, sum væl kunnu brúkast til at raka mál í Russlandi. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Ukraina hevur brúk fyri at kunna raka russisk hernaðarlig mál inni í Russlandi.

Tí sleppur Ukraina eisini at brúka donsk F16-stríðsflogfør móti málum í Russlandi.

Tað sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, á einum felags tíðindafundi við aðalskrivaranum í NATO, Jens Stoltenberg.

- Vit noyðast at kunna raka teir júst har teir eru, sigur Zelenskyj.

Fráboðanin kemur á Nato-toppfundinum, har hernaðarliga hjálpin til Ukraina hevur verið miðdepil. Og tað skal hon framhaldandi vera fyri trygdina hjá øllum heiminum, heldur Zelenskyj.

Hann sigur, at Russland drepur ukrainsk sivilfólk, meðan innrásin heldur fram. Tí fer Ukraina at halda fram við stríðnum, soleiðis at "Russland ikki fær heimin at góðtaka, at ágangskríggj eru vanlig".

Danmark hevur longu avgjørt, at ongar avmarkingar eru fyri donsku stríðsflogførunum í mun til at raka hernaðarlig mál í Russlandi.

Onnur NATO-lond hava eisini avtikið avmarkingarnar á sínum vápnum, sum millum annað eru rakettir og skotvápn. Tað sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO.

Nato-leiðarin upplýsir, at sambært altjóða lóg hevur Ukraina rætt til at raka hernaðarlig mál í Russlandi, tí Russland hevur lopið á Ukraina.

- Ukraina hevur rætt til sjálvverju. Og NATO-londini hava rætt til at hjálpa Ukraina. Rætturin til sjálvverju fevnir eisini um rættin at raka hernaðarlig mál á russiskari jørð.

Stoltenberg leggur tó dent á, at tað er upp til tey einstøku NATO-londini at boða frá, um Ukraina kann nýta latin vápnini til álop í Russlandi.

- Eg fegnist um, at fleiri NATO-lond hava tikið avmarkingarnar av, hvat vápnini kunnu brúkast til, sigur Stoltenberg.

Danmark hevur ikki sett sum treyt fyri gávuni av F-16, at tey bert kunnu brúkast á ukrainskum øki. Tað avgerandi frá danskari síðu er, at flogførini skulu nýtast til sjálvverju og at hetta skal vera innan altjóða lóg.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri Danmarkar, segði soleiðis við Ritzau í mai um treytirnar fyri nýtslu av donsku stríðsflogførunum:

- Hetta er ikki ein carte blanche hjá Ukraina at brúka F-16 til at fremja tilvildarlig álop inn í Russland, segði Lars Løkke Rasmussen (M) í mai.

Eingin vildi sæð Ukraina brúka vápn móti bústøðum.

- Vit tosa um ein møguleika at vikna áleyparan við at raka hernaðarligar støðir á russiskum øki, segði Løkke.

 

/ritzau/

 

Loyvið Ukraina at brúka F16 jagaraflogfør til at raka hernaðarlig mál inni í Russlandi. Hetta er boðini frá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj. Danmark letur 19 F16, sum væl kunnu brúkast til at raka mál í Russlandi. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix