– Bert ein minutt eftir, at Rúsan hevði latið hurðarnar upp á fyrsta sinni, var handilin stúgvandi fullur av fólki.
Soleiðis skrivaði Sosialurin 3. november í 1992, eftir at blaðið hevði vitjað í handlinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins, tá hon læt upp á fyrsta sinni á Hoyvíksvegi í dag fyri júst 25. árum síðani.
Blaðið skrivar soleiðis:
»Har vóru ommur og abbar, foreldur við smábørnum, og so teir ungu garparnir, sum fyri fyrstu ferð fingu loyvi at keypa rúsdrekka.
Tað kundi hugsast, at hýrurin var góður á fólki, sum tolin stóðu og bíðaðu eftir at sleppa at keypa, men tað merktist ikki á mannamúgvuni.
Nærum tøgn valdaði, og tá hálvur tími var farin, noyddust nógv at fara útum at fáa sær fríska luft, so kvalið var inni.
Tað vóru ikki øll, sum vistu tað, men í Rúsini skulu fólk fáa sær ein seðil við tali á, sum sigur, nær teirra tørn er at keypa.
Tað gjørdi kanska søluarbeiðið eitt sindur torførari, og bíðitíðina longri.
Viðskiftafólk nrummar trý var ein 18 ára gamal drongur. Hann kepyti sær eina fløsku og nakrar øl. Løtu seinni, tá vit fóru aftur á Sosialin, hittu vit hann aftur í Steinatúni.
Proppurin var tá longu farin av einari ølfløsku, og hann bjóðaði nøkrum ungum at smakka sær á.
Annars hildu fólk ivaleyst, at hesin drongurin var søguligur í Rúsuni, tí nógv høvdu tikið myndatólið við sær til handils, og nógvar myndir vóru tiknar.
Rúsan er opin frá klokkan 14 til 17:30, og annars stendur kunngerð í blaðnum í dag, sum upplýsir um virksemið hjá Rúsuni og hvussu fólk skulu bera seg at, sum vilja keypa ella bíleggja sær øl, vín ella rúsdrekka.«
25 ár síðani: Rúsan var full av fólki 25 ár síðani: Rúsan var full av fólki
– Bert ein minutt eftir, at Rúsan hevði latið hurðarnar upp á fyrsta sinni, var handilin stúgvandi fullur av fólki.
info
Eirikur Lindenskov
2. november 2017 kl. 09:14
Mest lisið hesa vikuna
Simme Musikkhús heldur fram
Í gjár kl. 11:24
29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd
5. oktober kl. 23:35
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
5 tímar síðan
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?
6. oktober kl. 14:56
KÍ skal hava nýggjan venjara
9. oktober kl. 12:53
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
3 tímar síðan
Tíðindi
VIDEO: Andrias fekk reyða kortið
4 tímar síðan
Hondbóltur
Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League
4 tímar síðan
Tíðindi
Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund
4 tímar síðan
Hondbóltur
Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað
5 tímar síðan
Tíðindi
Grøn orka loysir seg
5 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini
5 tímar síðan
Tíðindi
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
5 tímar síðan
Tíðindi
Jóanis hevur funnið dreymagarðin í Skúvoy
6 tímar síðan
Tíðindi
Tarira kemur heim við trimum virðislønum
6 tímar síðan
Tíðindi
Trump lýsir orkuvápnahvíld – Russland heldur fram við álopum
7 tímar síðan
Fótbóltur
Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði
7 tímar síðan