info
Ongi úrslit

Krógvaði brennivín í dokumentmappu

Rúsan 25 ár: – Sum ein gekk oman í Spruttkjallarin eftir einum ella tveimum tundurkøssum, so mátti ein av berum forvitni sjálvandi líka skeita eftir navninum. Og so segði eg nakrar ferðir innantanna: Jamen hesin drekkur jú ikki...

info
Eirikur Lindenskov
2. november 2017 kl. 14:15
– Sum ein gekk oman í Spruttkjallarin eftir einum ella tveimum tundurkøssum, so mátti ein av berum forvitni sjálvandi líka skeita eftir navninum. Og so segði eg nakrar ferðir innantanna: Jamen hesin drekkur jú ikki... Soleiðis sigur Heri Á. Simonsen, fyrrverandi postmaður, og sum er ein av teimum gomlu postmonnunum í Havn, ið sera væl minnist tíðina, tá postmenn útflýggjaðu alt rúsdrekka í Føroyum. Í dag eru 25 ár síðani, at hendan 86 ára gamla mentanin fór í søguna, og Rúsdrekkasøla Landsins tók yvir alla sølu og útflýggjana v rúsdrekka í Føroyum. Heri Simonsen er tikin úr leikum sum undirhaldari, og tí var hann sjálvandi biðin um at undirhalda á hátíðarveitsluni hjá Rúsuni leygarkvøldið. Men vit hava eisini fingið hann at greitt okkum eitt sindur frá um hesa tíðina á Posthúsinum í Havn – og vit hava verið í gamla myndasavninum hjá Sosialinum og leitað fram nakrar myndir sum vísa, hvussu støðan var á posthúsum upp undir høgtíðir: – Tað uppstóðu ofta stuttligar støður undir gomlu skamtanar- og postordraskipanini. Fólk fingu gular útflýggingarseðlar bornar út, og so møttu tey á Posthúsinum við einum ella fleiri útflýggingarseðlum, rindaðu avgreiðslugjaldið til Postverkið og eisini toll, sigur Heri Simonsen – og vit lata hann halda fram: – Uppundir ólavsøku, uppundir jól og eisini áðrenn páskafrítíðini bíløgdu nógv "sprutt”, sum tað oftast var nevnt tá. Vit arbeiddu ofta yvirtíð áðrenn ólavsøku og áðrenn jólini at hjálpa eldri postmonnunum. Teir tóku ímóti kundunum, og góvu okkum ein ella fleiri útflýggingarseðlar til tundurkassar/brennivínskassar, sum kundin skuldi hava. Tundurkassarnir vóru í Sprutt-kjallaranum, sum lá á hæddini millum, har sum Posthúskjallarin og Snarskivan eru í dag. Tað vit gingu oman í Spruttkjallarin eftir einum ella tveimum tundurkøssum, so mátti tú av berum forvitni sjálvandi, líka skeita eftir navninum. Og so segði eg nakrar ferðir innantanna: – Jamen hesin drekkur jú ikki?. Men tað skuldu vit ikki blanda okkum uppí. Var avgreiðslugjald og tollur rindaður, og var tundurkassin krússaður av og hevði fingið eitt útflýggingar-nummar, so skuldi hann handast kundanum, ferdugt. Nakrar ferðir (eg nevni ikki nøkur nøvn) handaðu vit tundurkassan til ein, sum ikki var navn sum stóð á seðlinum. Heri heldur skemtandi fyri, at Vestpack og aðrir framleiðarar av svørtum skrelliposum tjentu nógv hesa tíðina. – Trý út av fýra, sum møttu á Posthúsinum á Vaglinum at “loysa út”, sum tað æt høvdu svartar skrelliposar við, og eitt tvey trý og gólvið á posthúsinum á Vaglinum var rokað við tómum tundurkøssum. Summi vóru enntá so óttafull, at tey betaltu avgreiðslugjald og tollin, og vildu hava kassan útflýggjaðan á rampuni aftan fyri Posthúsið á Vaglinum. – Tann rampan vendi ímóti Býráðssalinum. Og so stuttligu gonguløgini hjá teimum høvdu loyst út. Heri Simonsen sigur, at tað mest stuttliga í Postverks-skamtanartíðini var tann risastóri meirilutin av føroyingum, sum bíløgdu Spruttkassarnir sum “Poste Restante” til eitt pinkalítið posthús, sum var nakrar ella nógvar kilometrar frá heimbygdini. – Tá vit so pakkaðu tundirkassar í postsekkir til ymisku økini í Føroyum máttu vit ofta flenna: – Sandavágur 2 tundirkassar – Miðvágur 2 tundirkassar – Sørvágur 3 tundirkassar – og Vatnsoyrar 88 tundirkassar!!! Niðanfyri síggjast gamlar myndir úr arkivinum hjá Sosialinum:

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

5 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

3 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

4 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

4 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

4 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

5 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

5 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

6 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

7 tímar síðan