Oyggjaleikir: Marius og Sámal skutu gullið heim

Marius Joensen og Sámal Debes hava í dag vunnið fyrsta gullmerkið hjá Føroyum á Oyggjaleikunum á Bermuda.

Marius Joensen og Sámal Debes skutu seg til gull í liðkappingini

Marius Joensen og Sámal Debes skutu seg til gull í liðkappingini

Tað var vorðið sum sigur, tá føroysku skjúttarnir, Marius Joensen og Sámal Debes, í dag sannførandi megnaðu at koppa Álandi í liðkappingini í skeet og vinna gull.

– Hetta er fyrsta gullið, sum Føroyar nakrantíð hava vunnið í skjóting, so tað eru vit sera fegin um og errin av, sigur Johnhard Klettheyggj, formaður í Skjótisambandinum.

Vanliga er tað Áland, ið vinnur hesa kappingina, men í dag vóru álendingar við undirlutan, tí Marius skjeyt so væl og Sámal í næstan líka stórum stíli lukkaði av aftanfyri.

– Eg royndi at halda meg framman fyri Lennart Åkerblom, og tíbetur eydnaðist tað, sigur Marius, sum sjálvur á leikunum í Hetlandi í 2005 vann bronsu í skeet.

Eftir fyrsta av fimm umførunum lógu teir á odda, og tá komið var til seinasta umfar, skutu teir sera væl í teimum avgerandi skotunum, har Marius millum annað megnaði at fáa 25 dúgvur, sum er fult.

Føroyar fingu 167 stig, meðan Áland fekk 158 stig, og so komu Cayman-oyggjarnar á bronsuplássinum við 146 stigum. Grønland var nummar fýra og Bermuda nummar fimm.

Í morgin er liðkappingin í trap á skránni, og tá fæst at síggja, um Esmar Andreasen og Ragnar við Streym eisini kunnu gera ein vørr, hóast greitt er, at vónirnar til skeet alla tíðina hava verið størri.

– Vit mugu bara royna at brúka gulli hjá Mariusi og Sámali til íblástur, sigur Ragnar, ið fyrr hevur verið við til oyggjaleikir sum judoíðkari, men hesaferð altso er við sum byrsuskjútti.

Hóast gullið kom til høldar í dag, verður tað ikki handað fyrr enn hósdagin, tá øll heiðursmerkini í skjóting verða avgreidd undir einum. Og hvør veit, um ikki tað verða fleiri føroysk heiðursmerki tá hjá skjúttunum at taka ímóti…