Skjúttarnir vunnu bronsu í trap

Ragnar við Streym og Esmar Andreasen skrivaðu søgu í dag, tá teir vunnu bronsu í trap

Ragnar við Streym og Esmar Andreasen skrivaðu søgu í dag, tá teir vunnu bronsu í trap

Oyggjaleikir: Annan dagin á rað eydnaðist føroysku skjúttunum at fáa eitt gott úrslit, tí í liðkappingini í trap vunnu Føroyar bronsu. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar vinna heiðursmerki í liðkappingini í trap á einum oyggjaleikum.

Skjúttarnir báðir, Esmar Andreasen og Ragnar við Streym, kundu einki gera við Menorca og Cayman-oyggjarnar, sum skutu framúr væl og vunnu gull og silvur við ávikavist 157 og 150 stigum.

Men kappingini um bronsuna vóru tað Esmar og Ragnar, ið drógu longsta stráið, tí teir megnaðu at fáa 137 stig. Teimum á baki kom Áland við 135, Hetland við 133 og Gibraltar við 130 stigum, so kappingin varð sera hørð.

– Tað bleiv øgiliga spennandi, tí tá síðstu skjúttarnir fóru á breytina, vóru vit eina dúgvu framman fyri Áland, so tað bleiv ein ordans endaspurtur, ið avgjørdi tað heila til okkara fyrimun, sigur formaðurin í Skjótisambandinum, Johnhard Klettheyggj.

Undan leikunum vóru góðar vónir til heiðursmerki í skeet, og í gjár bleiv tað eisini til gull, meðan vónirnar til trap vóru eitt sindur meira varnar, so tí eru skjúttarnir sera fegnir um, at trap megnaði bronsu í dag. Tað gevur eisini góðar vónir til einstaklingakappingina, sum verður í morgin og ovurmorgin.