Øssur og Valery vunnu gull

Oyggjaleikir: Tað gjørdist eitt gott heiðursmerkjahál, sum fimleikararnir gjørdu í FIG-kappingini í dag, tí tilsamans vunnu teir ikki færri enn sjey heiðursmerki: Tvey gull-, trý silvur- og tvey bronsumerki.

Venjarin hjá fimleikarunum, Valery Savins, vann gull í ringunum, meðan Øssur Debes Eiriksfoss vann gull í lopi um hest, og haraftrat vann Øssur eisini trý silvurmerki á gólvi, í ringunum og í barr. Og so vann Bogi Berg bronsu í ringunum og lopi um hest.

Tá heiðursmerki skuldu latast til teir tríggjar fimleikararnar, sum samanlagt høvdu staðið seg best, áttu Føroyar ongan, men Isle of Man allar, eins og Isle of Man fór avstað við øllum heiðursmerkjunum í beinsveiggi og rekk.

Kappingin hevur í veruleikanum bara staðið millum Føroyar og Isle of Man, tí eins og sunnudagin, eru tað bara hesi bæði, ið hava fullmannað lið hjá monnum. Í dag var ein fimleikari frá Jersey við og sunnudagin tveir frá Bermuda.

Kvinnurnar skulu um eina løtu í gongd við sína FIG-kapping, so fá fæst at síggja, um talan verður um enn fleiri heiðursmerki.