07 Vestur vann ársins dyst í Betrideildini hjá monnum

07 Vestur var á odda 3-0 og 4-1, misti leiðsluna, men vann kortini dystin í seinastu løtu

Tað er rárasta hending, at ein dystur í bestu mansdeildini í fótbólti endar við einum 5-4 sigri til annað liðið.

 

Men tað hendi júst í dag á Dungasandi í Sørvági. 07 Vestur vann 5-4 á EB/Streymi, ið tí sum má sigast at vera ársins dystur í Betrideildini hjá monnum. 

 

07 Vestur var á odda 3-0 tá 13 minuttir vóru farnir, og vóru á odda 4-1 í steðginum. EB/Streymur kom uppá javnleik 4-4, men langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Mads Borchers 07 Vestur sigurin.

 

Sigurin var sera týdningarmikil hjá 07 Vestur, ið vann seg upp á 15 stig við sigrinum. Vágamenn hava nú fýra stig niður til B68 á næstaftasta plássinum.

 

07 Vestur - EB/Streymur 5-4 (4-1)

 

Jasper Van Der Heyden 1-0 (3.)

Mads Borchers 2-0 (9.)

Teitur Olsen 3-0 (13.)

Dánjal Godtfred 3-1 (18.)

Ronni Møller Iversen 4-1 (45.)

Gutti Dahl Olsen 4-2 (47.)

Andras Olsen 4-3 (68.)

Jay Getachew Andersen 4-4 (75.)

Mads Borchers 5-4 (95.)

 

Støðan nú øll liðini hava spælt 15 dystir: 

 

1. KÍ 43 stig

 

2. Víkingur 37 stig 

 

3. HB 28 stig

 

4. B36 22 stig

 

5. EB/Streymur 20 stig

 

6. AB 16 stig

 

7. 07 Vestur 15 stig

 

8. NSÍ 15 stig

 

----------------------

 

9. B68 11 stig

 

10. Skála 8 stig