1.081 fleiri akfør enn á nýggjárinum

Talið av akførum í Føroyum er vaksið við 1.081 síðani á nýggjárinum.

 

Tað vísir uppgerð hjá Akstovuni.

Tilsamans eru nú 39.986 akfør í Føroyum. Á nýggjárinum vóru tey 38.905.

Størsti einstaki bólkurin av akførum eru persónbilarnir, sum eru 25.947 í tali. Næststørsti bólkurin eru vøruvognarnir, sum eru 4.270 í tali

Í uppgerðini hjá Akstovuni sæst eisini, hvussu øll akførini eru býtt á ymsu oyggjarnar.

Sum vera man eru flestu akførini í Streymoy, har tey eru 18.664 í tali.

Minsta talið av akførum finna vit í Mykinesi, har 3 akfør eru.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu akførini eru býtt millum oyggjarnar – og hvussu nógv akfør eru:

##med2##