Føroyar lógu verjuleysar undir kalda krígnum, og væl hevði borið til hjá russum at hersett oyggjarnar.
Tað er ein av niðurstøðunum í Reyðu bók, sum um hetta mundið í 2004 varð handað løgmanni, Jóannes Eidesgaard.
Sosialurin hevði samrøðu við løgmann um frágreiðingina, sum millum annað staðfesti, at eftirlitið við mongu vitjandi úr Sovjet var ikki nóg gott undir Kalda krígnum, og nógv bendir á, at russisk fiskifør njósnaðust.
– Frágreiðingin skal saman við Svørtubók verða grundarlag undir aðalorðaskifti um framtíðar verjupolitikk Føroya, segði løgmaður við Sosialin.
Jóannes Eidesgaard hevði bara sitið sum løgmaður í ein slakan mánað, tá hann fekk Reyðu bók handaða. Tað var í desember í 2000, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, táverandi løgmaður, bað danska søgufrøðingin, Bent Jensen, um at kanna, hvønn lut Føroyar hevði í verjupolitikkinum hjá Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum.
Kanningin kom í lag eftir at ein líknandi frágreiðing, vanliga nevnd Svartabók, hevði lýst føroyska leiklutin, sæð úr USA og NATO.
TRÝST HER fyri at lesa samrøðuna í Sosialinum fyri 10 árum síðani.