10 føroysk mál tá FIF vann stórsigur á útivølli

Jónas G. Djurhuus gjørdist toppskjútti hjá FIF í útidystinum móti Vendsyssel

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF ferðaðust í dag til Norðurjútlands fyri at spæla dyst móti Vendsyssel í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Og væl gekk hjá FIF. FIF vann stórsigur 36-27. Í steðginum var føroyingaliðið á odda 19-12.

 

Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við sjey málum. Leivur skoraði trý mál. 

 

FIF er nú nummar átta í deildini við 11 stigum. FIF hevur seks stig niður til Vendsyssel, ið er næstaftast í deildini við fimm stigum, so sigurin í dag gagnaðist FIF sera væl.

 

Tvey tey niðastu liðini flyta niður aftaná lokna kapping.

 

FIF hevur fýra dystir eftir at leika undan steðginum. Næst fyri er heimadystur móti Odense komandi leygardag.

 

Seinasti dysturin hjá FIF undan jólum verður leiktur fríggjakvøldið 22. desember. Hann verður á heimavølli móti Odder.