Sp/f Ítróttarvedding fekk 10 milliónir krónur í 2010, og barna- og ungdómsarbeiði fær ágóðan av pengunum.
Sp/f Ítróttarvedding býtir milliónirnar í trý. Ítróttarsamband Føroya fær góðar seks milliónir krónur, og Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið fær góðar tvær milliónir krónur í part.
Samlaða upphæddin hesa ferð, sum er 10 milliónir og 71.000 krónur í alt, er tann næststørsta, sum verður lutað út, síðani farið var undir samstarvið millum Sp/f Ítróttavedding og donsku veddingartænastuna í 1998.
Upphæddin, ið verður lutað út, broytist eitt sindur frá ári til árs, alt eftir, hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil. Tískil hevur árið í fjør verið eitt av teimum bestu í so máta.
Øll hesi árini, síðani tað hevur verið møguligt at vedda í Føroyum, eru fleiri enn 100 milliónir krónur lutaðar út til barna- og ungdómsarbeiði.